Menn mugu hava lov at stjala ein koss

Eini 100 franskar kvinnur hava í einum almennum brævið ávarað móti puritanismu í kjalarvørrinum av MeToo-rørsluni.

 

Í brævinum ávara umleið 100 kvinnuligir rithøvundar, listakvinnur og akademikarar úr Frankaríki um, at MeToo-rørslan í nøkrum førum hevur ment seg til puritanismu og ein heksajagstran eftir mannfólki.

 

Millum tær, sum hava skrivað brævið, er filmsstjørnan Catherine Deneuve, skrivar tíðindastovan AFP.

 

Í brævinum siga kvinnurnar sambært AFP, at menn skulu hava loyvi til at royna eftir kvinnum.

 

74 ára gamla Catherine Deneuve hevur í fleiri áratíggju arbeitt innan filmsvinnuna í Frankaríki og verður mett at vera ein av fremstu femme fatale í fronskum filmum nakrantíð.

 

Í 2017 upprann MeToo-rørslan, tá kvinnur byrjaði at traðka fram og siga frá um sexchikanu og kynsligan ágang aftan á ákærurnar móti Harvey Weinstein, filmsframleiðara.

 

Men sambært kvinnunum, sum hava skrivað brævið, eru nakrar av ákærunum, sum eru reistar í kjalarvørrinum av ákærunum móti Weinstein, í størri mun ein heksajagstran eftir monnum og ein hóttan móti seksuella frælsinum.

 

- Neyðtøka er ein brotsgerð, men at royna at tøla onkran – sjálvt um tað er áhaldandi og klossut – er ikki eitt machoálop, skriva brævaskrivararnir sambært AFP.

 

- Menn eru hissini revsaðir, noyddir at fara úr størvum sínum, hóast teir einans hava nortið við knæið á onkrum ella roynt at stjala sær ein koss.

 

MeToo-rørslan hevur á sosialu miðlunum nýtt #MeToo. Í Frankaríki nýta tey #Balancetonporc, sum merkir, Avdúka tín grís.

 

- Tað, sum byrjaði við at seta kvinnur í frælsi, er í dag vorðið tað mótsatta. Vit ræða fólk til at tala ”rætt.” Rópa eftir teimum, sum ikki akta, til tey seta seg, skriva rithøvundarnir.

 

- Og tær kvinnur, sum nokta at boyggja seg (fyri nýggja veruleikanum, red.) verða skýrdar samsekar og svíkjarar.

 

Deneuve hevur eisini áður loyst frá posabandinum um menningina av MeToo-rørsluni, bæði í Frankaríki og altjóða.

 

- Mær tykir ikki, at hetta er rætti hátturin at broyta tingini. Hetta er yvirdrivið, segði hon í fjør.

 

- Hvat kemur aftan á Avdúka tín grús? Avdúka tína skøkju? Heldur enn at hjálpa kvinnunum, hjálpir hesin rúsurin eftir at slakta hesar ”grísarnar” heldur fíggindunum hjá seksuella frælsinum.

 

/ritzau/