Menningarkvotur

Sjálvandi eru vit í Vága Kommunu sera spent og altrá eftir at fáa ein part av menningarkvotunum vestur í Vágar.

 

Tað hevur verið sera friðarligt á havnarlagnum í Miðvági, síðan flakavirkið stongdi fyri meira enn 10 árum síðan. Hetta er sera long tíð!

 

Vit her vesturi vóna og vænta sjálvandi, at eisini vit í Vágum fáa ágóðan av kvotunum, ið verða lætnar.

 

Lokalu aktørarnir, ið hava søkt um menningarkvotur, síggja stórar møguleikar í hesum nýggju kvotum, ið veruliga kunnu seta gongd á økið aftur.

 

Tað er sjálvandi sera umráðandi fyri okkara øki, sum hevur ligið stilt so leingi, at eisini vit fáa okkara part av kvotunum.

 

Kent er, at øll í Føroyum kunnu søkja og at metingarnevndin nú er farin undir at meta um, hvør fær lut í kvotunum. Nevndin ger síðani tilmæli til Fiskimálaráðið.

 

Tað skal vera mín vón, at tilmælið hevur okkum við í menningarætlanini.

 

Eyðdis Hartmann Niclasen

Borgarstjóri í Vága Kommunu