Leita á in.fo

Eyðun Klakstein 11.02.2018 (17:09)

Menniskjað hevur mist valdið á sær sjálvum

– Í bókini »1984« hjá George Orwell vistu fólk, at tey vórðu stýrd. Í dag vita vit ikki av tí.

Tað segði suðurkorenaski heimspekingurin Byung-Chul Hal á einari mentarráðstevnu í Barcelona, sambært El País.

Byung-Chul Hal, sum er virdur kritikari av dagsins samfelagi og starvast á lærdum háskúla í Berlin, tosaði um, hvussu fólk í dag lata seg útnytta og stýra av talgiltum skipanum á internetinum.

– Stórdáta hevur gjørt av sjálvstøðuga tankan. Fólk ráða ikki longur yvir sær sjálvum, men eru úrslit av einari algoritmu, sum hevur valdið yvir teimum, uttan at tey vita av tí. Vit mugu broyta hesa skipan, tí internetið er ætlað til at verða lisið og ikki til, at eg skal verða lisin gjøgnum algoritmur. Vit hava brúk fyri einari talgiltari semju, sum gevur menniskjanum virðingina aftur, sigur Byung-Chul Hal.

Hann heldur, at fólk eru alt ov upptikin av sær sjálvum, og tað er ein týðandi partur av trupulleikanum.

– Ein týðandi partur av okkara tilveru er, at vit vilja verða sædd, men trupulleikin er, at narsissisma sær ikki onnur, og sjálvsvirði kann ikki skapast við bert at síggja seg sjálvan, sigur Byung-Chul Hal sambært El País.

– Kapitalisman hevur brúk fyri, at vit eru so eins sum gjørligt. Meira eins fólk eru, størri er framleiðslan. Neoliberalisman riggar ikki, um fólk eru ymisk og sjálvstøðug, sigur Byung-Chul Hal, sum ikki hevur ein loysn á trupulleikanum.

– Kanska oyðileggur skipanin seg sjálva, sigur hann.


 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her