Merkel og Javnaðarflokkurin nærkast nýggjari stjórn

Frambrot eru í samráðingum millum flokkin hjá Angelu Merkel, CDU/CSU og SPD, týska javnaðarflokkin við Martin Schulz á odda, eftir at tey hava samráðst í 24 tímar uttan steðg.

 

Tað siga keldur við týskar miðlar í morgun.

 

Harvið tykist greitt, at teir báðir flokkarnir halda fram við stóra samgongustjórnini, sum hevur stýrst Týsklandi seinastu fýra árini.

 

Frambrotið kom í morgun eftir at tey høvdu samráðst í yvir 24 tímar ´tu í eitt.

 

Nú er klárt hjá SDU/CSU og SPD at fara undir samráðingarnar um, hvussu nýggja samgongan skal samansetast.

 

Men aðrir fótonglaru eru áv egnum. Martin Schulz hevur lovað meinigu limunum í Javnaðarflokkinum, at tey skulu sleppa at atkvøða um, hvørt tey stuðla, at samgongan við kristiliga flokkin hjá Merkal skal halda fram.

 

/ritzau/