fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 3.1m/s

Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 10.01.2017 (10:27)

Meryl Streep skelkað av Donald Trump

Hóast hon ikki nevndi Donal Trump við einum orðið, so var tilsipingin ikki til at misskilja.

 

67 ára gamla amerikanski sjónleikarin, Meryl Streep, vann mánanáttina eina heiðursløn fyri longu yrkisleið sína í Hollywood, tá Golden Globe virðislønirnar vórðu handaðar. Men tað var serliga innihaldið í takkarøðuni, sum er farið sum rótasúpan kring heimin.

 

Uttan at nevna hann við navni eina einastu ferð, brúkti Meryl Streep meginpartin av seks minuttir longu røðuni at tosa beinleiðis ímóti komandi forsetanum í USA, Donald Trump.