Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 12.06.2018 (08:30)

MEST sjósett nýggja tvíkilju

Fyrsta tvíkiljan frá MEST til Marine Harves, bleiv sjósett í dag. Alt arbeiðið er gjørt í byggihøllini hjá MEST í Tórshavn – eisini skrokkurin.

 

Tað skrivar skipasmiðjan Mest í tíðindaskrivi í morgun.

 

Tann nýggja tvíkiljan, sum hevur fingið navnið Mjølnir, er bygd til aliøki í Sundalagnum og fær heimstað í Haldórsvík. Seinasta hálvtannað árið hevur MEST latið fýra tvíkiljur frá Skipasmiðjuni í Havn til Bakkafrost og er hetta sostatt tann fimta í røðini.

 

Nýggja tvíkiljan, sum er nýbygningur 114 á MEST, er 15 m long og 7 metrar breið. Tvíkiljan er útgjørd við einum stórum MELCAL krana av støddini 50 tm, einum 2x457 HK Cummins høvuðsmoturi,  einum 113 kW Cummins hjálpimotori og 15 tons deksspæli við moonpool. Sum nakað nýtt í mun til aðrar tvíkiljur hevur Mjølnir fingið ísett eina lásiskipan til íbinding av ketum frá aliringum. Skipanin er av slagnum Aukra Safelink 10 tons. Nýggja farið er útgjørt við WC, arbeiðs-/klædnarúmi og allari vanligar nautiskari útgerð.

 

– At Marine Harvest letur okkum uppí hendi at standa fyri slíkari uppgávu taka vit sum eitt tekin um álit, sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST.

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her