fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 6.4m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 10.01.2018 (21:49)

Mest spennandi telduspølini í 2018

Enska heimasíðan GamesRadar hevur gjørt sær ein lista yvir, hvørji spøl teir vænta sær mest av og gleða seg mest til í ár.

 

Days Gone

Eitt sonevnt open-world apokalyptiskt spæl. Smáir bólkar av menniskjum stríðast móti sombum. Lítið annað er kunngjørt um spælið, men somikið vita vit, at ein stóran part av spælinum fert tú at koyra á motorsúklu tíni. Spælið kemur út á PS4, væntandi í 2018, sigur GamesRadar.

 

Sí trailaran her

 

Skull and Bones

Skapararnir av Assassin’s Creed hava valt at reindyrka sjórænaratemaið, sum teir byrjaðu við í AC4: Black Flag. Tey, sum ikki kenna til Assassin’s Creed minnast kanska Sid Meier’s Pirates frá góðu gomllu 90’unum. Hetta er nýggja konsollútgávan.

 

Sí trailaran ovast í greinini

 

https://www.youtube.com/watch?v=qy-92aUZZF8

 

Read Dead Redemption 2

Rockstar eru kanska mest kendir fyri Grand Theft Auto spølini, men nógv meina, at Red Dead Redemption er besta spælið, teir hava gjørt.

 

Tað eru longu átta ár síðani RDR bleiv útgivið og síðani tá hava fjepparar spentir bíða eftir eini uppfylging. Nú sær hon so loksins út til at vera á veg.

 

Søgan í RDR2 gongur fyri seg áðrenn hendingarnar í RDR. Hetta er søgan um brotsmannaliðið hjá Dutch van der Linde, sum John Marston, høvuðspersónurin í fyrra spælinum, einaferð var partur av.

 

Enn er tó óvist, um tú sleppir at spæla sum John Marston aftur í nýggja spælinum.

 

Sí trailaran her

 

Onnur spøl, sum GamesRadar nevna eru Spider-Man, God of War, Travis Strikes Again, Hunt: Showdown, Iconoclasts og Indivisible. Trýst á nøvnini á spølunum fyri at síggja trailararnar.

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her