Meta avlopið 15 milliónir hægri

– Virksemið hjá BankNordik-samtakinum hilnaðist væl ársins fyrstu níggju mánaðir.

 

Tað sigur BankNordik, sum í dag kunngerð roknskapin fyri 3. ársfjórðing.

 

Og sambært bankanum, so vísir roknskapurin vísir eitt rakstrarúrslit á 146 mió. kr. áðrenn niðurskrivingar, meðan úrslitið áðrenn skatt var 249 mió. kr. Góða úrslitið er serliga ávirkað av søluni av Vørði.

 

2016 hevur higartil verið eitt hendingaríkt ár hjá BankNordik, sum seinasta árið hevur virkað eftir nýggjari strategi. Tann 30. september varð sølan av íslendska tryggingarfelagnum Vørði endaliga framd. Søluprísurin var uml. 300 mió. kr., og av hesum var roknskaparligi vinningurin 84 mió. kr. Avtø- kan av danska vinnuvirkseminum, sum varð sett í verk í 2015, gongur eftir ætlan og er nærum fullfíggjað.

 

BankNordik hevur seinasta árið miðsavnað fleiri uppgávur í Føroyum, og hetta hevur m.a. havt við sær, at starvsfólkatalið her á landi er økt við uml. 20 higartil í ár. Umframt nógvu nýggju størvini er næmingatalið eisini økt munandi. Samtakið hevur í ár sett 17 næmingar, og hetta er samstundis hægsta næmingatal samanborið við restina av geiranum í øllum danska ríkinum.

 

– Ársins fyrstu níggju mánaðir hava roynst væl. Rakstrarúrslitið er betri enn upprunaliga væntað, og vit eru komin á mál við nógvum týðandi tiltøkum, sum fara at geva ein effektivari rakstur frameftir. Vit gleðast eisini um starvsfólkavøksturin í føroyska virksemi okkara, sum ger tað møguligt at menna og varðveita servitan í Føroyum. Sostatt verða nógvar uppgávur fyri deildirnar í Danmark og Grønlandi í dag loystar av føroysku starvsfólkum okkara, sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

 

Úrslitið fyri 3. ársfjórðing vísir, at kjarnuvirksemi bankans stendur seg væl á øllum marknaðum. Virksemi bankans í Danmark og Grønlandi hevur ársins fyrstu níggju mánaðir givið 66 mió. kr. í rakstrarúrsliti. Rentuinntøkurnar eru hækkaðar samanborið við undanfarna ársfjórðing, hóast avtøkuna av danska vinnukundavirkseminum. Harumframt eru fáar niðurskrivingar, og hetta er m.a. eitt úrsliti av skynsama kredittpolitikki bankans. BankNordik væntar at spara uml. 20 mió. kr. í rentuútreiðslum árliga orsakað av umleg- gingini av eftirstillaða kapitalinum, sum varð framd fyrr í ár.

 

Tryggingarvirksemið hjá samtakinum hilnaðist eisini væl, serliga av tí at lutfalsliga fáir skaðar hava verið higartil í ár. Rakstrarúrslitið hjá Trygd ársins fyrstu níggju mánaðir gjørdist 15 mió. kr. áðrenn skatt samanborið við 5 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør. Meklarafyritøkan Skyn hevur eisini havt eitt gott ár higartil. Úrslitið áðrenn skatt er 2 mió. kr fyrstu níggju mánaðirnar í 2016

 

Roknskapurin í stuttum

  • -  Rakstrarúrslitið áðrenn niðurskrivingar fyrstu níggju mánaðirnar í 2016 er 146 mió. kr. samanborið við 166 mió. kr. sama tíðarskeið í 2015

 

  • -  Rakstrarúrslitið í 3. ársfjórðingi 2016 er 53 mió. kr. samanborið við 50 mió. kr. í 2. ársfjórðingi 2016

 

  • -  Í 2. ársfjórðingi 2016 vóru niðurskrivingar afturførdar fyri 3 mió. kr. samanborið við afturførdar niðurskrivingar á 4 mió. kr. í 3. árs- fjórðingi 2016

 

  • -  Útlán bankans eru lækkað við 23 mió. kr. samanborið við 2. árs- fjórðing 2016. Hetta hóast donsk útlán til vinnukundar eru avtikin við 140 mió. kr. í 3. ársfjórðingi 2016

 

  • -  Innlán bankans eru lækkað við 144 mió. kr. samanborið við 2. árs- fjórðing 2016

 

  • -  Gjaldførið samanborið við lógarkrav er 227%

 

  • -  Solvensur bankans er 19% samanborið við 17,1% í 2. ársfjórðingi 2016

 

  • -  Leiðslan økir væntanirnar til rakstrarúrslitið áðrenn niðurskrivingar fyri 2016 úr 160-190 mió. kr. til 175-200 mió. kr.