#metoo: -Sexsjikana var partur av gerandisdegnum

Lat vera við at tosa við meg, tín spýggiligi, klammi, gamli grisur!

Í hesum døgum gera kvinnur vart við ágang á arbeiðsplássum, nú eitt størri átak er byrja á sosialu miðlunum. Tað gongur í stuttum út upp á, at kvinnur skriva #metoo og siga soleiðis, at tær eisini hava verið fyri sexsjikanu. 

 

Ein kvinna, sum hevur skrivað um hetta á Facebook, er Bergtóra Høgnadóttir Joensen. Hon spyr, hvørja arbeiðsmentan og hvat fyri eitt arbeiðsumhvørvi tú vilt seta tín dám á?

 

- Gott at tíðin er búgvin til, at ljós verður varpað á sex-sjikanu eftir miklu skandaluna í Hollywood. Í netverki mínum hava vit tosað eitt sindur um hetta. Tykist, sum fleiri okkara í stóran mun hava upplivað hesa sjikanu, tá vit starvaðust innan tænastuøkið og vóru undir 25 ár og serliga frá monnum, sum í minsta lagi vóru dupult so gamlir sum vit. Tað sum er so ólekkurt er, at tá tað gongur útyvir so ungar og óbúnar gentur, so tora tær ofta ikki so væl at siga frá. Blíva so paff og illa við. Og tiga so heldur bara. Men kenslan innaní er spýggjandi ólekkur, skrivar Bergtóra Høgnadóttir Joensen. 

 

 

Víðari sigur hon, at um nakar heldur, at tað merkir at genturnar gloyma tað aftur, so kann hon staðfesta, at so er ikki. Fyri altíð verða teir stemplaðir sum 'slímutir' og tosa verður um teir, og hvussu ófatuliga kiksaðir, teir eru. Taka synd í konum og børnum teirra, skrivar hon. 

 


- Kenslan og úrlatingin teir fingu ungu gentuna at kenna er ongantíð í lagi! Hvar markið gongur? Well, sjálvandi er tað individuelt, men um tú spyr teg sjálvan: Hevði mær dámað, at onkur tosaði soleiðis við dóttir/son mín sum var blaðung/ur? Um svarið er nei, lat so vera! Serliga, um talan er um ung undir 25 ár - tey eru barasta ikki von við at siga frá yvir fyri slíkum. Men hóast tey ikki siga frá, so merkir tað á ongan hátt, at tær halda atburð tín vera hóskandi, skrivar Bergtóra Høgnadóttir Joensen. Hon sigur víðari, at tað ikki merkir, at tað ikki er rúm fyri stuttligum søgum, einum viðurkennandi herðaklappi ella at unga gentan er ein snerpa. Ella at skal vera sterilt. Tað má gjarna vera vítt til veggja.

 

Og so greiðir hon frá, at hon sjálv hevur upplivað sexsjikanu. 

 


- Eg serveraði nógv og ofta sum ung - bæði í Føroyum, Danmark og í Onglandi. Og hóast eg elskaði tað, var sexsjikana ein partur av gerandisdegnum, nøkur støð, har eg arbeiddi. Minnist, ein maður einaferð aftur og aftur var farin yvir um mark hjá mær. Tá segði eg loksins við hann: - Lat vera við at tosa við meg, tín spýggiligi, klammi, gamli grisur! Hann bleiv stokkfornermaður í fleiri vikur. Og tað helt eg vera fííínasta slag. So var friður av honum. Hetta ávirkar meg á ongan hátt í dag, eg fekk tó hug at geva mítt íkast til kjakið.

Nú skrivi eg um ungar gentur, sum verða sjikaneraðar av eldri monnum. Veit sjálvandi væl, at talan eisini kann vera um kvinnur, sum sjikanera menn ella ein, sum sjikanerar ein av sama kyni. Eingin sjikana er ok, skrivar Bergtóra Høgnadóttir Joensen at enda.