fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 5°C

Vindur 5.3m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 10.02.2018 (22:15)

MGP: - Kedd av at allar atkvøður ikki taldu við

Føroyingar kundu í kvøld atkvøða til danska Melodi Grand Prixið umvegis smsboð til 1212. Men Laila Carlsen greiðir í kvøld frá, at hon og systrarnar hava fingið sera nógv boð frá fólki í kvøld um, at teirra atkvøða ikki taldi við. Hesi hava tikið mynd av svarboðum, sum tey fingu frá atkvøðutænastuni í kvøld, og svarboðini søgdu, at teirra atkvøða ikki var komin í gjøgnum. 

 

 

- Tað eru vit ótrúliga vónbrotnar um, staðfestir Laila Carlsen í kvøld. 

 

 

Hon greiðir frá, at bara millum teirra nærmastu hava yvir helmingurin upplivað, at teirra sms atkvøða ikki taldi við. Enntá bar ikki til hjá einum av systrunum sjálvum at greiða atkvøðu. Men Laila Carlsen heldur tó ikki, at hetta er nakað, sum ein kann gera nakað við. 

 

 

- Vinnarin er funnin og tað er fínasta slag. Men sjálvandi er tað skuffandi at hoyra frá so nógvum fólki, at teirra atkvøður ikki taldu við, sigur Laila Carlsen. 

 

 

Hon greiðir samstundis frá, at júst hendan upplivingin við atkvøðugreiðsluni er einasta orsøk til eina kenslu av vónbroti í kvøld. Tí meðan tær sjálvandi fegnar vildu vinna, so hevur MGP ævintýrið verið spennandi og læruríkt. Les aðra samrøðu við Lailu Carlsen við at trýsta her

 

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her