Leita á in.fo

Sólvá Lindenskov Róadóttir 31.10.2018 (10:38)

Michael Bublé: Eg havi tað ikki gott

Trý ára gamli sonurin hjá Michael Bublé, Noah Bublé, bleiv í 2016 diagnosieraður við krabbamein. Hetta greiðir Michael Bublé frá í sending við James Corden, sendingin kann síggjast omanfyri.

 

 

 

- Tað er hart at tosað um, eg klári ikki at góðtaka at sonur mín gjørdist so sjúkur, og at vónin var so lítil fyri at hann bleiv frískur aftur. Hann var bara trý ár, sigur Michael Bublé meðan hann turkar tárini. Eg takki gudi fyri hesum, vit høvdu teir bestu læknarnir, øll familjan stuðlaði okkum. Takk gud fyri alt.

 

 

 

 

- Eg havi tað ikki gott, eg mátti vera sterkur fyri familjuna gjøgnum hasa tíðina. Tá læknarnir søgdu okkum at Noah var frískur, kláraði eg ikki meira, tá datt alt sundur hjá mær. Nú er kona mín sterk fyri okkum, hon lyftir meg tá eg ikki klári at reisa meg sjálvur, sigur ein rørdur Michael Bublé.

 

 

 

 

 

Noah er fimm ár í dag, »hann elskar spiderman, vit elska spiderman, men eg fortelji honum altíð at  spiderman og superman eru fantastiskir, men teir eru ikki ordeligir. Tú ert ordeligur, tú ert ein hetja, tú ert mín hetja«.

 

 

 

 

 

Michael Bublé vil heita á øll at stuðla gransking innan krabbamein.

 

 

- Tú heldur kanska at tú sum einstaklingur ikki kann gera ein stóran mun, men uttan allir einstaklingarnir høvdu vit ikki verið komin hagar vit eru í dag, tú gert stóran mun, sigur Michael Bublé.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her