Michelin stjørnan hjá KOKS er eitt bergtakandi avrik

– Eg vil ynskja KOKS og øllum fólkunum handan matstovuna hjartaliga tillukku við Michelin stjørnuni. Hetta er eitt megnar avrik.

 

Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum í sambandi við, at Koks fyrr í morgun fekk eina Michelinstjørnu.

 

– Avrikið er úrslit av djørvum hugsjónum, hørðum og miðvísum arbeiði og vissuni um, at føroysku rávørurnar eru í heimsflokki, og at føroyskir kokkar kunnu standa seg á gastronomiska heimspallinum.

 

– Michelin stjørnan er sjón fyri søgn um, at KOKS er í heimselituni innan matgerðarlist og millum fremstu ambassadørar fyri nýnorrøna matinum. Michelin stjørnan hjá KOKS fær uttan iva stóran týdning fyri føroysku matstovu- og ferðavinnuna, og er ein íblástur og fyrimynd fyri føroyska vinnulívið og íverksetarar, sigur Poul Michelsen í tíðindskrivi.