Michelin stjórin heldur Føroyar vera spennandi

– Tað var rættiliga spennandi hjá okkara inspektørum at fara til Føroyar. Tað var spennandi og eitt sindur av alfaravegi, vit vistu ikki, hvar vit endaðu.

 

Soleiðis segði Michael Ellis, sum er stjóri í Michelin Guide – managing director Michelin guide.

 

Trýstið á pílin á myndini og hoyrið, hvat hann segði, tá umboðini hjá Koks fóru av pallinum í Stokholm í morgun, tá tey júst høvdu fingið fyrstu Michelinstjørnuna í Føroyum.