Leita á in.fo

Danjal av Rana 10.11.2018 (17:58)

Michelle Obama misti eitt barn

Áðrenn hon átti døturnar Maliu og Sashu saman við Barack Obama, fyrrverandi forseta í USA, misti hon eitt barn í burðartíðini.

 

Hon skrivar millum annað um hesa tíðina í endurminningum sínum, sum verður útgivin týsdagin.

 

Tað eru nú 20 ár síðani, at hon og maðurin mistu barnið.

- Tú situr við tíni egnu pínu og hugsar, at tú ert brotin. Tað er týdningarmikið, at ungar mammur tosa um møguleikan at missa ófødda barnið, tí tað hendir, sigur Michelle Obama í samrøðu við sjónvarpsstøðina ABC, í sendingini Good Morning America.

 

Hon skrivar í bókini, at hetta var stutt eftir, at maðurin var valdur inn í politikk. Samstundis gekk forholdið millum tey bæði minni væl, og tey leitaðu sær tí hjálp hjá einum hjúnarbandsráðgeva.

 

Í bókini greiðir hon frá, at at enda valdu hon og Barack Obama at fáa børn gjøgnum eftirgjørdan gitnað. Hon var tá blivin 34 ára gomul og skilti, at tíðin var farin at renna undan.

- Eg haldi, at tað ringasta, sum vit kvinnnur gera móti hvørji aðrari, er ikki at siga sannleikan um kroppar okkara, og hvussu teir virka, segði hon í samrøðuni.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her