fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 12.9m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 13.11.2017 (09:40)

Miðflokkurin: Her eru tey 18 punktini

Skal Miðflokkurin stuðla samgonguni í fiskivinnunýskipanini, so kemur tað at kosta. Tað sæst í 18 punkts upplegginum, sum flokkurin hevur sent samgonguni. Tó so hevur Jenis av Rana sagt við Kringvarpið, at tað eru ikki øll punkt her, sum eru ófrávíkilig krøv - tað eru einans spurningarnir um fiskivinnuna, um pensjónsnýskipanina og um stjórnarskipanina. 

 

 

Les eisini: Samgonguleiðararnir fundast um støðuna í dag

 

 

Skrivið, sum Miðflokkurin hevur sent til samgonguna, sæst her í fullum líki: 

 

 

Landsstýrisfólk: Miðflokkurin fær, eins og hinir samgonguflokkarnir, møguleika frá byrjan at verða við at velja landsstýrisfólk í eini nýggjari samgongu. 

 

Nevndarsessir: Nýval verður av øllum løgtingsnevndum. Miðflokkurin hevur ynski um formanssessin í fíggjarnevndini.

 

 

Fiskivinnunýskipanin: verður tikin úr vinnunevndini til framhaldandi viðgerð og uppskotið hjá Miðflokkinum, sum liggur í vinnunevndini, at leingja verandi skipan í eitt/ tvey ár, verður samtykt.

 

 

Pensjónsnýskipanin: Miðflokkurin sleppur at seta síni fingramerki á pensjónsnýskipanina. Flokkurin ynskir m.a., at skattafría grundarupphæddin fær frið og at hendan verður hækkað til tað støðið, hon var á, áðrenn núverandi samgonga lækkaði hana.

 

 

Fosturtøkulógin: Munandi átøk mugu gerast fyri at minka um talið á fosturtøkum. Allur hugsandi stuðul, fíggjarligur, sosialur og heilsuligur, má veitast trongstøddum familjum, sum eru komin í ta støðu, at tey umhugsa fosturtøku. Stuðulin má veitast frá áðrenn barnið er føtt og so leingi foreldrini/ kvinnan hevur tørv á tí. 

 

 

Bústaðartrupulleikin: Bústaðarpolitikkurin má endurskoðast, so vit skjótast fáa gjørt munagóð átøk á bústaðarmarknaðinum, til bata fyri barna- og aðrar fíggjarliga sperdar familjur.  Í hesum sambandi mugu “Bústaðir” eftirmetast og endurskoðast fyri at kunna fremja ein meira virknan bústaðarpolitikk. 

 

 

Búskapargrunnurin: má ikki koma framum vælferðarsamfelagið og enda sum “ein heiløg kúgv”.

 

 

Undirsjóvartunnilin:  Landið setur pening av til at gera innkoyringarveg báðumegin undirsjóvartunnilin, tvs. í Runavík og í Havn.

 

 

Tunnlar norður um fjall: Samgongan fer sum skjótast undir at seta tunnilsuppskotið, sum NUMO hevur gjørt fyri kommunurnar norðan Fjall, í verk.

 

 

Byggilógin: Verandi byggilóg má lagast til føroysk viðurskifti. 

 

 

Farleiðin til Hest: Farleiðstrupulleikin út í  Hest má loysast.

 

 

Medicinskt Kannabis: Føroyar og føroyingar verða partur av komandi uppskotinum um royndarætlan við medisinskum kannabis, sum ætalnin er at samtykkja í Fólkatinginum áðrenn ársskiftið.

 

 

Stjórnarskipanin: Nágreinast skal, at landið byggir á kristnan grundvøll og at øll hava rætt til lív, frá gitnað til nátúrligt andlát. 

 

 

Kringvarpið: Miðflokkurin ynskir, at Kringvarpsgjaldið verður tikið av.

 

 

Hjúnabandslógin: skipað verður fyri fólkaatkvøðu um gjørdu broytingarnar í hjúnabandslógini, áðrenn 1. juli  í 2018.

 

 

Uppskot í Løgtinginum: 

Samgongan tekur ikki undir við uppskotinum um “mismun og javnrættindi á arbeiðsmarknaðinum”. 

Uppskot Miðfloksins um at framskunda byggingina í Suðurstreymi av heimi til fólk við autismu verður samtykt.

Jenis av Rana segði við Kringvarpið í gjár, at parturin um, at uppskotið um sjófeingi skal takast aftur, og at verandi skipan skal halda fram í eitt ella tvey ár, meðan roynt verður at finna semju um uppskotið, ikki hevur undirtøku. Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn hava boðað Miðflokkinum frá, at tey ikki taka undir við tí.

 

Tí fer Miðflokkurin ístaðin millum annað at krevja, at uppboðssøluparturin skal minka munandi, og reglurnar um antitrust skulu verða linari. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her