fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 7°C

Vindur 3.6m/s

Leita á in.fo

Jóannes Hansen 31.12.2017 (21:03)

Mikael Johan 60 ár

Á ársins síðsta degi fyllir Mikael Johan Heinesen á Toftum 60 ár

Mikael Jóhan er toftamaður, og í arbeiðslívinum hevur hann fyrst og fremst verið lærari í heimbygdini.

Foreldrini eru Jana og Petur Heinesen í Hoyrgarðinum á Toftum.

Mikael Jóhan tók próv á Læraraskúlanum í 1985. Árið eftir fór hann í starv í heimbygdini, og har er hann framvegis. OIkkurt skifti hevur hann verið uttanlands, eitt nú seint í nítiárunum, tá ið hann var organistur í Rind sókn við Herning.

Tónleikur og sangur hevur verið og er stórur partur av lívinum hjá føðingardagsbarninum. Longu í 1981 tók hann PO prógv sum urguspælari á Kgl. Musikkonservatorinum, og hann er ein av organistunum í Fríðrikskirkjuni.

 

Hans Jacob Højgaard var í mong ár kórleiðari á Toftum og so í Havn. Síðstu árini var hann aftur kórleiðari á Toftum, og tá sang Mikael Jóhan undir hansara leiðslu í Toftakórinum. Nógvu tey seinnu árini hevur Mikael Jóhan stjórnað kórinum í Fríðrikskirkjuni, og hann syngur eisini í kórinum Tarira.

 

Føðingardagsbarnið er sera áhugaður í seyðahaldi. Hann er røktingarmaður í ognarhaganum á Mýrunum, og hann røktar eisini í Vestmanna.

 

Mikael Johan er giftur Evu, sum er ættað úr Vanløse í Keypmannahavn. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her