Mikrofonhaldarar hjá Jógvan Jespersen

– Tað er í tøkum tíma at fjórða statsvaldið fer at kanna eftir, hvussu eftirfarandi søgur hjá Jógvani Jespersen og Felagnum Nótaskip eru, heldur fyrrverandi nevndarlimur í Føroya Arbeiðsgevarafelag

– Tað er í tøkum tíma at fjórða statsvaldið fer at kanna eftir, hvussu eftirfarandi hendan og aðrar søgur hjá Jógvani Jespersen og Felagnum Nótaskip eru, heldur fyrrverandi nevndarlimur í Føroya Arbeiðsgevarafelag

 

– Eingin – og slettis ikki miðlafólkini – hava fingið við, at Jógvan Jespersen hevur skift starv. At hann hevur eina heilt aðra dagsskrá nú, enn tá ið hann var tíðindamaður og kringvarpsstjóri.

 

Tað sigur Meinhard Jacobasen, fyrrverandi stjóri á Føroyar Fiskavirking og nevndarlimur í Føroya Arbeiðsgevarafelag, í enn eini viðmerking um útsøninga um, at limirnir í Felagnum Nótaskip hava megnað at tillagað flotan.

 

– Journalistikkurin mótvegis felagnum Nótaskip kallar fram myndina av tíðindafólkunum sum mikrofonhaldarar fyri stjóran, ið sigur frá summarskránni. Fyri at skera tað út í papp: Jógvan Jespersen er ikki longur partur av redaktiónini, men umboðar ávís áhugamál og vil tí fortelja eina ávísa søgu. Tað er í tøkum tíma – nú eftir 7-8 ár, og nýskipanin er á gáttini – at fjórða statsvaldið fer at kanna eftir, hvussu eftirfarandi hendan og aðrar søgur eru, sigur hann.

 

Meinhard Jacobsen vísir á, at meðan limirnir í felagnum Nótaskip ókeypis hava fleirfaldað veiðievnið í nótaflotanum, so hava feløg, sum veiða botnfisk undir Føroyum – í tann mun veiðievnini er økt í sambandi við endurnýggjan – goldið fyri hvønn eyka rúmmetur og hvørja eyka hestakraft, av tí at hesi bert kunnu útvegast við keypi frá øðrum feløgum í sama bólki.

 

– Stjórin í felagnum Nótaskip er fyrrverandi tíðindamaðurin og kringvarpsstjórin, Jógvan Jespersen. Jógvan Jespersen er settur til at arbeiða fyri áhugamálunum hjá felagnum. Tað vil siga fyri at propagandera fyri at ávirka ta politisku skipanina til fyrimuns fyri áhugamálini hjá hjá limunum í felagnum Nótaskip, sigur hann og heldur fram:

 

– Í sambandi við propaganda komi eg ofta at hugsa um orðatakið: »Um ein lygn verður enturtikin nóg ofta, verður hon uppfatað sum sannleiki«. Verður leitað á til dømis Google, so sæst, at bæði Vladimir Lenin og Joseph Gøbbels skulu hava sagt hetta.

 

– Jógvan Jespersen hevur verið sera virkin tey seinastu árini. Roynt hevur verið at tekna eina mynd, har tað fyrst og fremst er limunum í felagnum Nótaskip og teirra harða arbeiði fyri at takka, at tað gongur so væl í Føroyum.

 

– Frá 2009 til 2011 vaks føroyska makrelkvotan úr umleið 30.000 tonsum til 150.000 tons. Eftir at tann makrelurin, sum bleiv umbýttur við veiðirættindi í Barentshavinum, var tikin burturav, var talan um eina 8-9 faldan av makrelkvotuni – til føroysk feløg, samanborið við árini 2000-2009.

 

– Í stuttum havi eg bara eitt at siga um arbeiðið hjá Jógvani Jespersen sum stjóra í felagnum Nótaskip: »Respekt«.

 

– Respektin kemur serliga av, at Jógvan Jespersen hevur klárað at siga sína søgu, uttan at ein einasti kritiskur spurningur er settur viðvíkjandi tí faktuella innihaldinum í søguni, sum er søgd seinastu nógvu árini, sigur Meinhard Jacobsen.

 

Lesið viðmerkingina hjá Meinhardi Jacobsen VIÐ AT TRÝSTA HER