Milliónir tørva hjálp í Sudan

14 milliónir børn í Sudan hava tørv á humaniterari hjálp eftir eitt ár við kríggi.

 

Nógv sudansk børn fáa ikki rætta føði, og tørvurin á neyðhjálp er í stórur í Sudan, haðani nógv eisini flýdd. (Arkivfoto). - Foto: Patricia Simon/Ritzau Scanpix

Soleiðis sigur felagsskapurin Red Barnet, sum sigur støðuna í Sudan vera eina sera umfatandi humanitera vanlukku.

Í dag er júst eitt ár síðani, at kríggið millum hernaðarliga bólkin Rapid Support Forces (RSF) og herin hjá Sudan brast á.

Hóast so nógvar milliónir børn og famljur eru raktar av krígnum, er tað næstan púra goymt í altjóða samanhangi, heldur Red Barnet.

– Hyggja vit eftir, hvussu nóg børn eru rakt, er tað í veruleikanum ringasta humanitera kreppan fyri børn á alheimsstøði í løtuni, sigur Jakob Eilsøe Mikkelsen, stjóri hjá Red Barnet í Afrika.

/ritzau/

 

Nógv sudansk børn fáa ikki rætta føði, og tørvurin á neyðhjálp er í stórur í Sudan, haðani nógv eisini flýdd. (Arkivfoto). - Foto: Patricia Simon/Ritzau Scanpix