Minnast tey deyðu við landasorg

MEXICO CITY: Meksikanski forsetin, Enrique Peña Nieto, hevur boðað frá landasorg í tríggjar dagar eftir ógvusliga jarðskjálvtan, sum týsdagin rakti landið – at minnast tey deyðu, skrivar dpa.

MEXICO CITY: Meksikanski forsetin, Enrique Peña Nieto, hevur boðað frá landasorg í tríggjar dagar eftir ógvusliga jarðskjálvtan, sum týsdagin rakti landið – at minnast tey deyðu, skrivar tíðindastovan dpa.

 

– Mexico syrgir við tykkum, segði forsetin á Twitter.

 

Talið av deyðum var í morgun uppgjørt til 230.

 

Bjargingarlið við sløkkiliðsfólkum, hermonnum, løgreglufólki og sjálvbodnum stríðast fyri at finna fólk í leivdunum, sum kunnu vera komin undan við lívinum.

 

Umleið 45 bygningar eru falnir saman í høvuðsstaðnum, Mexico City.

 

Ein samanfallin bygningur hýsti einum skúla. Tá hann fell saman doyðu 21 børn millum 7 og 13 ár saman við fimm vaksnum. Minst 30 børn eru framvegis ikki funnin.

 

/ritzau/