Minni til av makreli

Men í staðin er meira av sild í føroyskum sjóøki

Tað er heldur minni av makreli í føroyskum sjóøki í ár enn tað var í fjør. Tað staðfestir Havstovan, nú Tróndur í Gøtu er afturkomin frá einum rannsóknartúri, har stovnurin hevur kannað nøgdir og útbreiðslu av uppsjóvarfiski i havøkinum kring Føroyar.


Kanningarnar hjá Havstovuni vísa, at tað er minni til av makreli enn í fjør, men at eingin orsøk er at falla í fátt, tí tað er kortini makrelur at fáa enn tað var í 2014 og 2015. Miðallongdin á makrelinum var 34.6 cm og miðalvektin 405 g, skrivar Havstovan í frágreiðingini.


Hinvegin vísa kanningarnar, at tað er meira til av sild enn tað hevur verið undanfarnu ár.


- Sildin eystan fyri Føroyar var í miðal um 27 cm, meðan størsta sildin var at síggja í útnyrðingspartinum av kanningarøkinum. Fyri alla kannaða sild var miðallongdin 31.5 cm og miðalvektin 311 g, skrivar Hastovan.


Viðvíkjandi svartkjafti skrivar stovnurin, at har var at síggja mest sum allastaðni, men lítið var av 1 ára gomlum.


- Miðallongdin av svartkjaftinum var 23.4 cm og miðalvektin 92 g, tað er rættiliga smáfallandi fiskur, skrivar stovnurin um svartkjaftin.


Á heimasíðuni upplýsir Havstovan, at kanningin er skipað sum altjóða felagskanning, sum ICES samskipar. Føroyar luttaka saman við Noregi, Íslandi og Grønlandi. Samlaða nøgdin av makreli, sild og svartkjafti, har tølini frá øllum londunum verða við, verður roknað á fundi í Reykjavík seint í august.