Leita á in.fo

Bergur Debes Joensen 24.12.2018 (10:46)

Minningarorð um Johannes Andreas Næs

Føddur 16. september 1920 og deyður 4. juli 2018.

 

Á okkara 30 ára brúdleypsferð í Grikkalandi bórust boðini, at Johannes Andreas Næs var farin, 97 ára gamal. Eftir eitt langt og virkið lív var “eikin” á Sólteigi fallin, stríðið var av, fjørðurin rógvin.

 

Johannes ella bara, Næs, sum hann eisini varð róptur, var føddur á Nesi í Hvalba, elstur av 9 systkjum, og gekk hann undan á so nógvum økjum, væl útborðin, sum hann var.

 

Eg minnist Johannes frá tíð míni í studentaskúlanum í Hoydølum, tá ið eg heitti á hann at hava bíbliutíma á eini KFS-legu.

 

Seinni fingu vit góðar løtur saman, serliga um tað mundið, tá ið bøkur hansara um kirkju- og missiónsøguna komu út. Tað var so hugnaligt at koma á gátt hjá Brynhild og Johannesi, gestablíð, sum tey vóru.

 

Tað sást og kendist, at kærleikin bant tey saman. Og frá fyrsta degi, varð eg hugtikin av hansara eldhuga og áræði fyri andslívi okkara. Í apríl í ár, sat hann í gamla stóli sínum, 97 ára gamal, knáur og fattur við handriti fyri sær um Hvalbiar kirkju.

 

Á stoviborðinum við vakra útsýninum yvir Havnina vóru altíð nógv pappír og bøkur og onkuntíð bunkar við tilfari, sum hann arbeiddi við. Greinar, hann hevði klipt úr Kristeligt Dagblad, lógu fyri seg. Altíð arbeiddi hann við onkrum, og støðugt setti hann sær mál, hann skuldi náa. Tað var, sum hevði hann orð Luthers sum loysanarorð: Visti eg, at Jesus kemur aftur í morgin, hevði eg í dag plantað eitt súreplatræ!

 

Frá barni var Johannes vandur at ganga í kirkju og á møti, og fekk hann har lagt grundarlagið undir sítt lív við virðum, sum hann trúfast helt fast um til tað seinasta. Fólkakirkjan og Heimamissiónin hoyrdu saman í hansara hugaheimi.

 

Stóran áhuga hevði hann eisini fyri føroyskari mentan og siðsøgu. Meðan kríggið er uppá tað harðasta í 1942, fær hann læraraprógv og er lærari ymsastaðni í Suðuroy, til tey í 1966 seta búgv í Havn, og hann gerst skúlaráðgevi í serundirvísing fyri alt landið.

 

Formaður var hann í Skúlabókagrunninum, og var hann har við at geva út hópin av bókum. “Lítla Dímun” er ein varði eftir Jóhannes, og áhugaverdar vóru samrøðurnar, Jógvan Arge hevði við hann úr Hvalbiar søgu. Har kundi hvørt mansbarn her í landi hoyra frálíka frásøgukynstur hansara.

 

Størsti varðin eftir Johannes er bókaverkið “Úr kirkju- og missiónssøguni”, sum Heimamissiónsforlagið gav út. Heilt frá vekingunum í Suðuroy í 30-árunum, sum hann upplivdi, eygleiddi hann, spurdi og legði seg eftir at skriva niður til seinni nýtslu.

 

Minnist so væl taskurnar og posarnar, hann hevði við á høvuðsstýrisfundin hjá Heimamissiónini, har hann legði handritini øll á borðið, og kunnaði um útgávuætlanir sínar. Eg gleddist sum eitt barn um henda dýrgrip, sum hann sjálvboðin hevði savnað og ósjálvsøkið hevði umsitið øll hesi ár.

 

Tað kann illa lýsast við orðum tað, Johannes hevur givið Kirkjuligu Heimamissiónini. Heimamissiónin er ikki bara ein stór rørsla í Fólkakirkjuni, hon hevur havt ávirkan á samfelag okkara í meira enn 100 ár.

 

Føroysk kirkju- og missiónssøga hesi ár, er á so mangar hættir, tengd at Kirkjuligu Heimamissiónini í Føroyum. Blái Krossur, Barnaheimið í Vestmanna og í Havnini, KFUM og K, Drotning Ingridar Barnagarður og Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag, sum Johannes stovnaði saman við øðrum, eru dømi um ávirkan frá Heimamissiónini.

 

Kirkjuliga Missiónsfelagið og karismatiska vekingin hava eisini samband við hesa somu missión, og í 70-árunum og 80-árunum høvdu flestu tinglimir fyri Javnaðarflokkin samband við hesa rørslu.

 

Johannes savnaði alt lív sítt tilfar um Kirkjuligu Heimamissiónina, og enn er mest byrjanin og einstøk øki lýst í bók. Hópin av tilfari er til skjals, sum Johannes hevur savnað, millum annað ein eskja við talum eftir stovnaran og fyrsta trúboðaranum hjá  Heimamissiónini, Akseli Moe. Tað er nóg mikið av tilfari til fleiri ph.d.-ritgerðir, hugsi eg.

 

Granskingin hjá Johannesi Andreas Næs av Heimamissiónini, hevur staðfest, at millum teirra, sum hava borið missiónsarbeiðið bæði sum starvsfólk og sjálvboðin, eru fleiri, sum vóru loyst av rúsdrekka. Dópur, trúgv og umvending hoyrdu saman.

 

Tey, sum hava hoyrt boðskapin innan Heimamissiónina, hava hoyrt um synd og náði, og at Jesus elskar syndaran. Trúboðararnir vóru ymiskir, summir meiri álvarsamir enn aðrir, og summir betri at lýsa Guds kærleika til syndaran enn aðrir. Men málið og miðið var tað sama: At tann, sum er doyptur og trýr á Jesus, er frelstur, men tann, sum ikki trýr, er dømdur og má venda um (sí Mark 16,16 og Áp 2,38).

           

Gleðiboðskapurin má verða boðaður, lærdi Johannes, bæði í talu og í sangi. Hann gav út andaktsbók, sum millum annað nemur við tey ymsu evnini í Luthers lítlu katekismus, og so hevur hann givið út tvær bøkur um søguna hjá nøkrum advents- og jólasálmum. Hesar bøkur hevur Bókadeild KFUMs givið út.

 

Tilfarið hevur, millum annað, staðið í Kristiligum Ungmannablaði, har hann var blaðstjóri eitt skifti. Sálmar og sangir eigur Johannes í Sálmabókini og í Heimamissiónssangbókini, sum hann hevur týtt og yrkt: “Takk, Jesus, fyri dópin mín”, “Vár Gud, sum lívgar fjøll og fjørð”, “Tíns ríkis søk”, “Frið sum troyst”, ”O, Harri Jesus, hoyr nú meg”, ”Neyðugur tú ert mær Jesus”, ”Veit oss veking og Krist”, ”Eg krossi tínum, Jesus, vil fegin vera hjá”, ”Frelstur í Jesu ørmum, tryggur við Jesu lið”, “Hann leitaði í náði”.

 

Ein drangur í brimi var Johannes, evnagóður, tolin og hollur í tí, hann setti sær fyri. Ein stjørna var hann á himmalhválvinum, sum vildi menna skúlaskap og kristniundirvísingina í skúlum okkara, og sum vildi varðveita tann kristiliga arvin, sum millum annað Fólkakirkjan og Kirkjuliga Heimamissiónini hava fingið at umsita. Ein viti var hann, sum vísti burtur frá sær sjálvum, til hansara, sum fyri hann var deyður og upprisin, Jesus Kristus.

 

Rímiligt fyri Johannes, átti hann Trúboðan, sum hann eisini var blaðstjóri á eitt tíðarskeið, heilt frá fyrsta blaði. Alfred Petersen, fyrsti føroyski trúboðarin hjá Heimamissiónini, tók stig til hesa útgávu.

 

 

Saman við Salomoni Joensen týddi Johannes:

Brøður og systrar, vit skiljast nú her,

fegin við Jesusi hvør sína ferð

gangi á lógligum gøtum.

 

Ærað verið minnið um Johannes Andreas Næs.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her