Minningarorð um Sjúrð Johannessen

Sjúrður Johannessen

(F. 11.03.47 – D: 10.01.16)

 

Please, remember me

Don't forget my name

Leave a candle burning

Carry on my flame.

 

Will you sing my songs

When my voice no longer speaks

Carry me on within your memories.

 

Remember me

Remember me.

 

Will I leave a trace

In the corner of your mind,

Will you see my face

In the flowers that you'll find.

 

When I look a drop a friend

Within the endless sea,

Will you keep me save

In your heart and  in your dreams?

 

(Eivør, 2015)

 - - - - - - - - -

Ein fullur maður situr á uttasta plássi á bonkinum í køkinum.  Sum hevur hann sett seg har bara fyri eitt bil, áðrenn hann fer víðari. Hann er ílatin slitnum kovboybuksum  og situr við krossaðum beinum, við einum kaffikoppi í hondini.

 

Hondin ið heldur um koppin er skitin og hann hyggur upp, tá eg komi inn, við einum fjákutum smílið og spyr um “abbin ikki fær ein kjálkamuss”. Hann luktar av øli og sigarettum, júst sum hann plagar. Men eg ræðist hann ikki, hann er fastur gestur her í húsinum. Eg mussi hann á kjálkan og gevi honum eitt klemm. Hann flennir og mutlar okkurt eg ikki skilji, tó skilji eg, at hann gleðist um kjálkamussin. So trívur hann í at syngja. Eg og babba flenna at stuttliga og knappliga hjartaliga sanginum, sum kom sum úr ongum. Hann flennur eisini.  

 

Einaferð reisist hann, og fer inn í stovuna. Har setist hann í ein av leni stólunum við vindeyga, meðan hann framvegis mutlar sítt óskiljandi mutl. Tað gongur ein lítil løta, so svevur hann. Babba ballar hann við einum teppi. Í dag sleppur hann at liggja eina løtu. Hann treingir til at hvíla seg, sigur babba.

 

Vit skulu bæði við bussinum. Í dag heilsar hann ikki. Hann gongur friðleysur aftur og fram uttanfyri bussskýlið. So setur hann seg á bonkin, men reisist skjótt aftur. Húgvan er smoygd niðurfyri eyguni, kropsburðurin er hokin, hendur í lumma, drýpandi høvur. Hann hyggur eftir klokkuni, ballar sær eina sigarett og slotar upp í luftina. Bussurin kemur, hann setir seg aftast.

 

Seinni sama dag, síggi eg hann koma til hús, tá er hann aftur sum hann plagar. Óstúttur á beinunum, steðgar á viðhvørt, sum hugsar hann um okkurt heilt serstakt, skriðar sær í høvdinum og tosar við seg sjálvan. Eg flyti meg frá vindeyganum, so hann ikki sær, at eg eygleiði hann.

 

Eg blaði í eini av mynda bókunum á hillini í stovuni hjá babba. Myndir av føðingardøgum, ólavsøku, kappróðri, góðveðursdøgum,  føstulávint, myndir av gestum úr Danmørk, og hann, sum fast innbúgv, mitt í rokanum. 


Eg seti bókina aftur, og geri meg til at fara. Eg finni mær jakkan og skógvarnar  og lati meg í. Áðrenn eg lati hurðina aftur, líti eg at myndavegginum í gongini. Har er ein nýggj mynd komin at hanga. Ein mynd av honum.

 

Hvíl í friði, góði Sjúrður.