Minst 276 doyðu av bumbuálopi í Somalia

276 fólk doyðu, og nógv vórðu særd, tá ein bumba brast íMogadishu í Somalia, sigur landsins kunningarráðharri sambært Reuters og AP.

 

Týska tíðidastovandpa skrivaði í gjár, at á bara tveimum sjúkrahúsum høvdu tey staðfest 321 deyð fólk.

 

Onnur sjúkrahús viðgjørdu tá fleiri offur.

 

Ein sjálvmorðsbumbari koyrdi ein lastbil inn á ein veg við nógvar ferðslu framman fyri eitt hotel í stjórnarumráðnum í høvuðsstaðunum, har hann sprongdi seg sjálvan og lastbilin í luftina. Tað sigur løgreglan í Mogadishu.

 

Nógvir bygningar vórðu lagdir í oyði, og eldur kom í bilar.

 

Tveir tímar seinni brast enn ein bumba í økinum Medina.

 

Talan er deyðiligasta álopið í Somalia, síðina hernaðarliga islamistiskt rørsla byrjaði uppreistur í 2007.

 

Børn í Mogadishu og onnur fólk hjálptu trygdarliðunum viðat bera tey nógvu bredu og ókenniligu deyðsoffur burtur

 

Ahmed Hassan var vitini til fyrstu spreingingina. Hann sigur, at oyðileggingarnar vóru øgiligar.

 

– Deyð fólk lógu allastaðni. Eg havi ongantíð sæt eitt so ræðuligt álop. Tað var sum jarðskjálvti, tá tú sært oyðileggingarnar, sum stóðust av bumbuni, sigur hann við tíðinastovuna Reuters.

 

Dpa skrivar, at bygningar vórðu skaddi fleiri hundrað metrar burtur frá spreinginini. Vindeygu vórðu blást út, rútar knústir. Spreinginin úr lastbilinum verður heildið at verða ætlað til Hotel Safari. Tað er vælumtókt hjá somaliarum á vitjan uttanlands, starvsfólkum hjá stjórnini og tíðindafólki.

 

Eingin hevur átikið sær skuldina fyri álopið. Men somaliska stjórina vísir á, at víðgongdi bólkurin al-Shabaab hevur lopið á hernaðarstøðir í syðra og mið Somalia.

 

USA hevur í ár við dronum lopið á herdeildir hjá al-Shabaab, Tær verða settar í samand við al-Gaeda, sun er kent fyri yvirgang.

/ritzau/