Minst átta deyð í eldi í fátækrabýlingi í Bangladesh

Átta eru deyð og yvir 50 fingu skaða, tá tað í morgun kom eldur í ein fátækrabýling í havnarbýi

Minst átta persónar doyðu einum eldi í einum fátækrabýi í havnarbýnum Chittagong í Bangladesh í morgun.

 

Yvir hálvthundrað fólk hava fingið skaða av eldinum, og gott 200 búsataðir eru útbrendir.

 

Tað upplýsa løgreglu- og sløkkiliðisfólk á staðnum. Orsøkin til eldin verður hildin at vera eitt skammlop í elektrisku skipanini.

 

Sløkkiliðsfólk upplýsa fyri týsku tíðindastovuni dpa, at fýra av teimum deyðu eru úr sama húski. Hini fýra hava myndugleikarnir ikki eyðmerkt enn.

 

Eldurin er eftir øllum at døma kyknaður klokkan hálvgum fýra um náttina og kann harvið hava tikið fólkini á bóli.

 

Bangladesh er fátækt land, har trygdarreglur sjáldan verða hildnar, og hundraðtals fólk doyggja í vanlukkkumá  hvørjum ári.

 

Í 2013 doyðu yvir 1100 starvsfólk á klædnaverksmiðjuni Rana Plaza, tá ein bygningur í níggju hæddum datt saman og jarðaði tey nógv starvsfólkini.

 

Varapolitiovastin í Chittagong Elias Hossain hevur boðað frá, at orsøkin til brandin verður kannað.

 

/ritzau/Reuters

 

Ein eldur í einum havnarbýi í Bangladesh hevur í dag kosta átta fólkum lívið. Í 2013 doyðu yvri 1100 fólk, á ein klædnaverksmiða (myndin) nærindis høvuðsstaðnum Dhaka datt saman, fáar tímar eftir at starvsfólkini vórðu komin til arbeiðis

Mynd: Munir Uz Zaman/Ritzau Scanpix