Minst fýra fingu skaða av spreinging í Leicester

Myndir á sosialu miðlum vísa høgar logar eftir spreinging í Leicester. Einki tekin er um yvirgang, sigur løgreglan

Minst fýra fólk hava fingið skaða av eini spreinging í býnum Leicester í Miðonglandi í kvøld.

 

– Vit hava koyrt fýra fólk til Leicester Royal Infirmary, upplýsir sjúkrabilatænastan á Twitter.

 

– Læknar eru framvegis á staðnum.

 

Myndir og video á sosialu miðlunum vísa høgar logar miðskeiðis í býnum.

 

Enn er ógreitt, hvør orsøkin var til spreinginina og stóra eldin eftir spreingingina.

 

Men sambært bretsku løgregluni er í løtini einki tekin um, at spreingingin hevur nakað við yvirgang at gera.

 

Løgreglan í Leicester boðaði fyrr í kvøld frá, at tey vóru farin til »eina størri hending« miðskeiðis í býnum.

 

Løgreglan hevur biðið fólk kring Hinckley Road um at halda seg burtur frá økinum.

 

– Allar bjargingartænastur er nú á hesi uppgávuni, skrivar løgreglan í eini fráboðan.

 

Seks sløkkiliðsbilar eru sendir á staðið.

 

– Vit fingu eina uppringing fyri einum tíma síðani eftir fráboðanir um eina stóra spreinging og ein bygning, sum var dottin saman, segði eitt starvsfólk á lokalu sløkkiliðsstøðini.

 

Alarmsentralurin fekk fyrstu fráboðanina klokkan 19:03, skrivar blaðið The Guardian.

 

Fleiri bretskir miðlar skriva, at eitt hús og ein polskur handil eru løgd í oyði av spreingingini.

 

– Í løtuni er talan um ein kanningar- og bjargingarátak. Enn er óvist, um fólk hava fingið skaða ella eru innistongd, sigur ein talskvinna hjá sløkkiliðinum í Leicester við The Guardian.

 

Hon leggur afturat, at talan er um ein bygning í tveimum hæddum við lofti, og at bygningurin er rapaður.

 

Eygnavitni siga við fleiri miðlar, at har var okkurt, sum ljóðaði sum ein spreinging í miðbýnum.

 

– Tað var ein hvøllur brestur, og húsið ristist. Um eg ikki hevði havt hoyrt brestin, so hevði eg ikki ivast í, at tað var jarðskjálvti. Tað var heilt ótrúligt, sigur Kat Pattison, sum býr nærindis, við The Guardian.

 

Leicester er einar 180 kilometrar norðan fyri bretska høvuðsstaðin, London.

 

/ritzau/Reuters