Minsti nýføðingur nakrantíð

Sambært skrásetingum hava heilt síðan 1936 bert 23 børn yvirlivað, sum hava havt eina vekt niðan fyri 300 gram.

 


Hóast hann bert vigaði 268 gram, er hann í dag bæði frískur og væl fyri, siga tey á sjúkrahúsinum, har hann er føddur.

Hóast hann bert vigaði 268 gram, er hann í dag bæði frískur og væl fyri, siga tey á sjúkrahúsinum, har hann er føddur.

Eitt pinkalítið dreingjabarn, sum varð føtt í Japan í august í fjør, skal hava havt minstu burðarvekt, ið nakar nýføðingur hevur havt, sum hevur yvirlivað. Tað siga tey í hvussu er á sjúkrahúsinum - Keio Universitetssjúkrahúsi í Tokyo - har hann er føddur.

 

Drongurin varð nevniliga føddur heilar 16 vikur – ella umleið fýra mánaðir – ov tíðliga, men eftir at hava verið undir eftirliti og tilkoplaður maskinur, er hann nú sloppin heim av sjúkrahúsinum og hevur tað gott. CNN skrivar, at tá drongurin varð føddur, vigaði hann sløk 268 gram, og tað var ógvuliga ivasamt, um hann yvirhøvur fór at liva.

 

Sambært skrásetingum hjá Universitetinum í Iowa, sum skrásetir ov tíðliga fødd børn, hava heilt síðan 1936 bert 23 børn yvirlivað, sum hava havt eina vekt niðan fyri 300 gram.

 

Metið fyri minsta nýføðing, sum hevur yvirlivað, hevur sambært skrásetingum verið í Týsklandi, har ein drongur, føddur í 2009, bert vigaði 274 gram. Drongurin í Japan hevur sambært Keio Universitetssjúkrahúsi í Tokyo við sínari burðarvekt á 268 gram sligið hetta met.

 

Eftir fimm mánaðir á sjúkrahúsi er drongurin nú sloppin heim til familju sína. Sambært BBC er mamman ógvuilga fegin, tí tá lítla barnið varð føtt heilar 16 vikur ov tíðliga, tordi hon illa at trúgva, at drongurin fór at yvirliva.

 

Men, sigast má, at hetta dreingjabarn hevur verið ein ordiligur knassi, sum ikki hevur havt hug at givið skarvin yvir, tí í dag vigar minsti nýføðingur nakrantíð, sum hevur yvirlivað, ikki minni enn 3,2 kilo og er sambært sjúkrahúsinum í Tokyo bæði frískur og væl fyri.