Minus 10 stig komandi dagarnar

Danska veðurstovan DMI boðar frá sera køldum veðri í Føroyum komandi dagarnar. Sum dømi kunnu nevnast at bæði í Hvalba, Tvøroyri og Fámjin, í Norðskála og í Vestmanna og  fer hitin at liggja millum -5 og -10 stig líka fram til sunnumorgunin, sambært DMI.

 

Eitt stórt, men veikt, lágtrýstsøki, undir 990 hPa, liggur mest sum í stað millum Ísland, Skotland og Norðhavið, men fyllist sum frá líður. Køld og óstøðug luft við vetrarælum liggur yvir økinum. Sunnudagin nærkast eitt lágtrýst Føroyum av útsynningi og tilhoyrandi brúgvaløgini fara framvið mánanáttina. Síðani kemur ein lýggjur streymur av útsynningi og hevur fleiri lágtrýst og brúgvaløg við sær.

 

Í dag

Eitt lot av ymsum ættum, undir 5 m/s. Sólglottar og yvirhøvur turt, men møguliga okkurt kavaæl. Hiitn millum 2 kuldastig og 3 hitastig. Í nátt eitt lot av norðri, undir 5 m/s. Turt og klárt og hitin millum 6 kuldastig og 2 hitastig.

 

Í morgin

Lot til gul av norðri, undir 6 m/s, út á náttina lot til andøvsgul av landsynningi, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar og hitin stígur spakuliga upp til millum frostmarkið og 3 hitastig. Um náttina klárt, men sum frá líður skýggjað. Hitin niður í 8 kuldastig.

 

Sunnudagin

Gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s, sum út á dagin øtlar og um kvøldið verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Út á náttina makar hann vindin og lækkar í sunnan og útsynning, 5 til 10 m/s. Skýggjað og sum frá líður regn, møguliga vátaslettingur at byrja við. Hitin millum frostmarkið og 5 stig, seinni millum 3 og 8 stig.

 

Mánadagin

Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum út á dagin øtlar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Um náttina øtlar hann vindin upp í skrið av útsynningi, 12 til 18 m/s. Mest skýggjað og stundum regn ella ælaveður, men um dagin møguliga sólglottar. Um náttina skýggjað og regn. Hitin millum 4 og 8 stig.

 

Týsdagin

Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, men um kvøldið og náttina hvassur vindur ella skrið av landsynningi ella landnyrðingi, 15 til 20 m/s. Samdrigið, men um náttina fer at regna. Hitin millum 3 og 8 stig.

 

Mikudagin

Hvassur vindur ella skrið av norðri og vestri, 15 til 20 m/s, sum spakuliga makar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður og hitin millum 3 og 7 stig.