fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 15.2m/s

Leita á in.fo

Sólvit Nolsø 19.05.2017 (12:48)

Misálit: Eingin vil vátta ella avsanna

Andstøðan umhugsar enn eitt misálit á løgmann.

 

Tað er í samband við avgerina hjá landsstýrismálanevndini, har ein meirluti kom til eina niðurstøðu, at løgmaður ikki hevði fylgt øllum tilmælum og hevði brotiðs stýrisskipanarlógina, tá hann segði, at grein 14. stk. 2 í hjúnabandslógini var yvirtikið og lá hjá Mentamálaráðnum.

 

Ein minniluti í nevndini, Annita á Fríðriksmørk, tók ikki undir við niðurstøðuni hjá meirlutanum og helt seg til somu grundgevingar sum løgmaður, at øll neyðug faklig atlit vórðu tikin.

 

Eitt tíðindaskriv kom til miðlar í dag úr løgmansskrivstovuni, sum segði, at løgmaður tók ikki niðurstøðuna hjá meirlutanum í landsstýrismálanevndini til eftirtektar, tí hon var gjørd út frá politiskum atliti, heldur enn løgfrøðiligum.

 

Andstøðan er misnøgd við, at løgmaður soleiðis kveistrar niðurstøðuna hjá meirlutan í landsstýrismálanevndini til viks og umhugsar at leggja eitt misálit fram.

 

Tað er enn óvist hvørt tað verður til nakað, tí eingin hevur vilja vátta tað enn. Tað tykist tó vist, at tað er ein møguleiki.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her