Leita á in.fo

Barbara Holm 19.05.2017 (14:07)

Misálit: Løgtingið farið undir at viðgera misálitið

Fyrsta misálitið í hesari tingsetuni er í skrivandi stund til viðgerðar í Løgtinginum. Fyrsti røðari á tingsins røðarapalli er Jónleif Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, og sum vera man tekur Javnaðarflokkurin ikki undir við uppskotinum. Hesin fyrsti røðarin er ivaleyst tann fyrsti av mongum, og væntast kunnu fleiri tímar av politiskari viðgerð av hesum máli. 

 

 

Í farna valskeiði vórðu fleiri misálit løgd fram, men hetta er fyrstu ferð, at eitt líknandi uppskot hevur verið til viðgerðar undir CEF samgonguni. 

 

 

 

In.fo fylgir málinum.