Leita á in.fo

Jón Joensen, Hagstova Føroya 21.11.2018 (16:45)

Mistakið hjá Johnny í Grótinum

 Viðmerking til greinina hjá Johnny í Grótinum:

Tjóðbankin mistekur seg, tí Hagstovan mistekur seg. Jn.fo 19-11-2018 – 15:23

 

Johnny sigur m.a.

Men vit mugu grundað inntriv og nýskipanir á vælundirbygdar framskrivingar. Tað gera vit ikki í løtuni. Úlvurin kemur, men hann kemur ikki so skjótt og so ágangandi, sum Búskaparráðið, Hagstovan og nú eisini danski tjóðbankin vilja vera við.
Hagstovan átti í staðin at gjørt eina framskriving av fólkatalinum og samansetingini grundað á tilflytingina seinnu árini saman við nøkrum simuleringum av gongdini, um vit í staðin uppliva eina fráflyting ella enn størri tilflyting.”

 

Johnny rør fram undir at betur var við deterministiskari framrokning har t.d. miðal nettoflytingin seinastu 3 árini verða løgd sum grund. Hann vísir millum annað á at tað ger Danmarks Statistik.

 

Eg havi eftirhondini í fleiri ár, vegna Hagstovu Føroya, gjørt stokastiska framrokning av fólkatalinum fyri landið sum heild umframt serstøk økir í landinum. Seinasta framrokningin, sum liggur á heimasíðuni hjá Hagstovu Føroya er fyri 2019-2058. Ein orsøk til at framrokningin er stokastisk heldur enn deterministisk er tí, at eg havi ikki profetiskar gávur, eg kenni heldur ongan sum hevur tær, mær vitandi er heldur ikki Danmarks Statistik vælsignað við slíkum.

 

Hvat er so munurin á stokastiskari og deterministiskari framrokning?

 

 

Stokastisk framrokning:

Heilt stutt kann sigast at stokastisk framrokning av fólkatalinum tekur støði í søguligum data, sum verða gjørd til statistisk modellir við error komponentum, sum kunnu kvantifisera ta óvissu, sum er í framrokningum av modellunum. Tað merkir, at tað ber til at seta tøl á óvissuna um tað sum verður framroknað. Tað vil siga, at tá fæst ein ábending um hvussu sannlík ein framrokning er.

 

Ein spurningur eg haldi Johnny er inni á, er hvørt tað er nakað høpi í at lata flytingina í 90’unum verða órørda í modelleringini, tað eru eisini onnur ið hava sett sama spurning, og satt at siga ivaðist eg eisini í hesum tá eg fyrstu fer gjørdi hesa framrokning. Men eg ivist als ikki longur um 90’ini sum “outliari” í hesum høpi. Sannleikin er tann, at 90’ini vóru als ikki so óvanlig sum vit vanliga billa okkum inn. Hagstovan hevur data, tó ikki í elektroniskum formi, um fólkatal og flytingar aftur til 1951, og við greining av hesum, kunnu vit staðfesta, at nettofráflytingin 1951-1972 var 15% av miðalfólkatalinum í hesum tíðarskeiði. Fyri 1989-2003 var nettofráflytingin 10% av miðalfólkatalinum í sama tíðarskeiði. Hetta svarar til 0,7% pr. ár í miðal fyri bæði tíðarskeiðini.

 

Stokastiska framrokningin broytist sjálvandi fyri hvørt ár sum verður lagt afturat datagrundarlagnum. Viðkvæmið í hesari broyting er í stóran mun treytað av longdini í tíðarseriunum. Seinasta framrokningin er 2019-2058, og byggir hendan sjálvandi á 1985-2018. Estimeraða nettoflytingin er ein fráflyting á 162 fólk árliga. Yvirhøvur sær hetta út til at samsvara væl við søguligu nettoflytingina 1951-2018.

 

Stokastiska framrokningin er bygd á objektiva greining av datatilfarinum har subjektivar meiningar onga atgongd hava. Tað er data sum sigur okkum søguna um fólkatalið í framtíðini. Stokastiska framrokningin tekur atlit til dynamiskar effektir í søguligum data og innroknar hesar í framrokningina. Framrokningin er reproducerbar og verður validerað við training- og testsettum. Neyvari upplýsingar um smálutir um metodu og annað í hesum sambandi kann veitast einum og hvørjum sum hevur áhugað í hesum.

 

 

Deterministisk framrokning:

Deterministisk framrokning tekur ikki støði í søguligum data. Mett verður um hvussu mortalitetur, fertilitetur og flytingin hátta sær í framtíðini. Henda meting er subjektiv og byggir ikki á nakað sum helst vísindaligt grundarlag. Metingin vil altíð verða sterkt ávirkað av persónligum hugburði um t.d. politisk ella onnur ynskir. Metodan hevur ongan viðkomandi testmøguleika. Tað er ongin møguleiki at siga nakað sum helst um hvat óvissan er. Eitt av tí mest bannsetta ið ofta verður gjørt í hesum høpi er, at roknað verður við trimum dømum, har tað eina sigst verða optimistiskt, annað pessimistiskt og tað triðja mitt í millum. Onki av hesum dømum hava nakrað kvantifiserbara óvissu og eru bert gitingar.  Men leikmaður vil av góðum grundum lata seg tøla við at taka tað mittasta dømi sum nakað veruliga álítandi.

 

Stokastiska framrokningin sigur nakað um fólkatalið og tað óvissu sum valdar í hesum høpi.

Deterministiska framrokningin sigur onki um fólkatalið, men bert í ávísan mun nakað um persónin, sum ger framrokningina, og hansara hugburð. Hetta er títt mistak Johnny í Grótinum.

 

Um vit í spølni taka Johnny upp á orði og gera eina deterministiska framrokning av fólkatalinum  har grundarlagið er miðalflytingin netto seinastu 3 árini, so fáa vit eitt stuttligt úrslit. Tað vil siga, at næstu 40 árini roknað vit við eini nettotilflyting av 466 fólkum um árið.

 

Álvaratos Johnny, hvat mál heldur tú føroyingar tosa í 2058.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her