Misti gull og diamantar fyri miljardir

Mong munnu hava ein dreym um, at tað knappliga fer at regna við gulli og diamantum av himli.

Mong munnu hava ein dreym um, at tað knappliga fer at regna við gulli og diamantum av himli.

 

Hósdagin gjørdist ein slíkur dreymur veruleiki, tá eitt flogfar lastað við gulli, diamantum og platini misti meginpartin av lastini nærindis lendingarbreytini í floghavnini í Yakutia í Ruslandi.

 

Virðið av lastini er mett til 368 miljónir dollarar svarandi til stívliga tríggjar miljardir krónur, skriva miðlar sum eitt nú Newsweek og Business Insider.

 

Miðlarnir skriva, at flogfarið - Nimbus Airlines AN-12 - kom í trupulleikar longu, tá tað lætti sær á, tí tá reyk lúkan upp og myndir vísa, at dýrabara lastin í flogfarinum fór um alla lendingarbreytina og meira enn tað.

 

Sagt verður nevniliga, at gull, diamantar og platin endaði heilt upp í 26 kilometrar burtur frá lendingarbreytini í Yakuita. Flogfarið neyðlendi seinni í nærliggjandi lufthavnini, Megan.

 

Eftir hendingina royndi løgreglan av avbyrgja lendingarbreytina, meðan leitað varð eftir dýra viðførinum.

 

Men, hetta hevur verið lættari sagt enn gjørt, tá dýrabara lastin fór so víða, tó at ein stórur partur ivaleyst endaði á og kring um lendingarbreytina.