Leita á in.fo

Mai Mercado, barna- og almannamálaráðharri og Jens Strunge Bonde, aðalstjóri, á tíðindafundi í dag í Børne- og Socialministeriet í Keypmannahavn í sambandi við málið um stóra peningastuldurin upp á 111 mió. kr. (Foto: Mads Claus Rasmuss

Eirikur Lindenskov 09.10.2018 (23:28)

Brúkti Danske Bank til svik fyri 111 mió krónur

Loynilig skjøl avdúka, at ein 64 ára gomul kvinna, sum er mistonkt fyri svik, flutti milliónahupphæddir til konto í Danske Bank, skrivar Ekstra Bladet.

 

Í minsta lagi 111 milliónir krónur eru sambært skuldsetingini frá løgregluni gjøgnum 16 ár fluttar til privata konto hjá eini 64 ára gamlari kvinnu, sum arbeiddi í Socialstyrelsen í Danmark undir Barna- og Socialmálaráðnum.

 

Nú avdkúka loynilig skjøl frá Børne- og Socialministeriet, sum Ekstra Bladet hevur fingið fatur í, at tann 64 ára gamla kvinnan brúkti Danske Bank til at flyta pengarnar. Í skjølunum stendur:

 

»Í sambandi við innhýsis kanning gjørdist stýrið varugt við, at tað eru útgoldnar stórar upphæddir til eina konto, sum eftir upplýsingum frá Danske Bank er ogn hjá privatpersóni. Socialstyrelsen bað í hesum sambandi um bankaskjøl og logfílar til tess at kunna eyðmerkja bæði flytingar og tað starvsfólkið, sum hevur flutt pengarnar«

 

»Mánadagin 24. september 2018 fekk stýrið ein logfíl, sum vísti, hvør hevði flutt pengarnar, og sum eisini vísti, at viðkomandi starvsfólk av órøttum hevði tilognað sær eina milliónaupphædd. Síðani hevur tað víst seg, at tann konto, sum pengarnir vórðu fluttir til, er ogn hjá viðkomandi starvsfólki, og at starvsfólkið eisini hevur flutt pengar til aðrar kontur hjá sær sjálvum.

 

Og tað kann vísa seg at gerast ein stórur trupulleiki fyri Danske Bank, sum frammanundan er partur í søguliga stóru skandaluni um hvítvasking av pengum.

 

Tað heldur óhefti hvítvasking-serfrøðingurin Jakob Dedenroth Bernhoft, sum Ekstra Bladet hevur tosað við.

 

– Tað er als eingin ivi um, at bankin skal lata við seg koma, um eitt starvsfólk hjá statinum brádliga fer at taka ímóti so stórum peningamongdum, tí talan er um óvanligar, misteinkiligar flytingar, sum bankin skjótt skal kanna – serliga, um upphæddirnar verða fluttar frá hennara egna arbeiðsgevara, sigur Jakob Dedenroth Bernhoft, sum er stjóri hjá Revisorjura.dk og serfrøðingur í hvítvasking, við blaðið.

 

Hvítvaskingarstjórin hjá Fíggjareftirlitinum, Stig Nielsen, er samdur.

 

– Við fyrivarni fyri at eg ikki kenni umstøðurnar, so eigur ein banki sjálvandi at lata við seg koma, um ein vanligur lønmóttakari fær eina upphædd í hasi støddini á sína konto, sigur hann við Ekstra Bladet.

 

Hjá Danske Bank vil miðlastjórin, Kenni Leth, ikki viðmerkja ítøkiliga málið, men skrivar í einum telduposti til Ekstra Bladet, at bankar fráboða misteinkiligar flytingar til myndugleikarnar. Um langa tíðarskeiðið, sum hesar flytingarnar eru framdar í, sigur miðlastjórin:

 

– Vit kunnu og mugu ikki viðmerkja ítøkiliga málið. Okkara ábyrgd er at eyðmerkja flytingar, sum kunnu tykjast misteinkiligar, og at fráboða myndugleikunum.

 

Tann mistonkta varð burturvíst av arbeiðsplássinum 26. september og er nú altjóða eftirlýst. Málið verður kannað av Statsadvokatinum for Særlig Økonomisk og International Kriminalitet (SØIK), eisini kent sum Bakmanspolitiið.

 

Ekstra Bladet kennir samleikan hjá mistonkta og hevur roynt at fingið fatur á viðkomandi á bústaðið hennara og við telefon, men uttan úrslit.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her