Leita á in.fo

Vivian Joensen og liðfelagarnir í SÍ vunnu 3-1 á Mjølnir, og sørvágskvinnur liggja væl fyri at vinna seg í FM-finaluna (Mynd: Óli G. Samuelsen)

Heri Simonsen 13.03.2019 (21:05)

Mjølnir-SÍ 1-3: Samrøður og samanumtøka frá FM1

Kvinnurnar hjá SÍ tóku eitt stórt fet móti FM-finalunum í flogbólti við at vinna torføra útidystin ímóti Mjølnir í Klaksvík. 

 

SÍ vann dystin 3-1. Settmunurin var 22-25, 18-25, 25-18 og 23-25.

 

Úrslitið merkir, at sørvágskvinnur løgdu sjógv millum seg og Mjølnir á triðja plássi. SÍ hevur 29 stig, Fleyr hevur 25 stig og Mjølnir hevur 21 stig. KÍF hevur 17 stig og TB hevur 12 stig. Dráttur er aftast við einum stigi.

 

Fyrr í kvøld vann KÍF 3-1 á TB í Kollafirði. Settmunurin var 24-26, 25-21, 25-12 og 25-21.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:

 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fýra settunum. Jóhann Lützen var viðmerkjari.

 

2) Hoyr Jóhann Lützen taka samanum dystin. Jóhann Lützen heldur, at SÍ vann ein ruddiliga uppibornan sigur, og tykist at hava fleiri streingir at spæla uppá.

 

3) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Vivian Joensen hjá SÍ, ið fegnast um sigurin, men harmast, at tær í SÍ fullu í triðja setti.

 

4) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Berit Norðoy, ið hóast tapið í kvøld trýr uppá, at Mjølnir kann vinna seg í FM-finaluna. Við at vinna heimadystin ímóti Fleyr 7. apríl, og um SÍ vinnur á Fleyr 31. mars, so er møguleikin til staðar, at Mjølnir kann fara við seinna FM-finaluplássinum. 

 

 

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her