Móðurmálsdagar í barnaheimi Hammershaimbs

Í kvøld og komandi kvøldini til og við leygarkvøldið 25. mars verða serligir móðurmálsdagar á matstovuni Ræst, sum húsast í barnaheimi V. U. Hammershaimbs í Nýggjustovu í Havn.

 

Tað er í sambandi við móðurmálsdagin, sum er leygardagin. Føroyskur móðurmálsdagur verður hildin á føðingardegi V. U. Hammershaimbs, sum varð føddur 25. mars í 1819. V. U. Hammershaimb hevur havt stóra ávirkan á føroyska skriftmálið og verður ofta nevndur sum faðirin at føroyska skriftmálinum.

 

Matstovan Ræst hevur opið sum vanligt hesar dagar. Men umframt forkunnuga føroyska matin, sum kokkurin, Kári Kristiansen, borðreiðir, verður málið eisini í miðdeplinum.

 

– Jonhard Mikkelsen frá Sprotanum hevur gjørt ein lepa við føroyskum mat-orðum, sum verður lagdur á borðini. Síðani fer eitt fólk hvørt kvøldið at siga nøkur orð, sigur Johannes Jensen, stjóri á Gist & Vist, sum rekur matstovuna Ræst.

 

– Móðurmál okkara er serstakliga áhugavert, tá tað snýr seg um orðaval, sum hevur við mat at gera. Vit hava so mong orð, sum lýsa matin á ymsan hátt, um hann er ræstur, turrur, visnaður ella hagreiddur á annan hátt. Tað eru slík orð, sum Jonhard Mikkelsen hevur funnið fram, og sum vit fara at »borðreiða« við hesi kvøldini, sigur Johannes Jensen.

 

Í kvøld verður tað Birgir Kruse, sum fer at siga nøkur orð í Nýggjustovu.

 

Í annaðkvøld, hóskvøldið, verður tað Bergljót av Skarði.

 

Fríggjakvøldið Zakaris Svabo Hansen.

 

Og leygarkvøldið Johnhard Mikkelsen.

 

Tiltakið á Ræst byrjar øll kvøldini klokkan 19.

 

V. U. Hammershaimb vaks upp í Nýggjustovu, og hann átti húsini til 1892, tá sonur hansara Hjalmar Hammarshaimb fekk tey frá pápa sínum. Jens Christian Svabo, sum er hin fyrsti, sum skrivaði føroyskt longu í 1700 talinum, hevur eisini búð í Nýggjustovu hjá systir síni, Armgard Mariu, fødd Svabo, sum var omma V. U. Hammershaimb.