Leita á in.fo

Sólvá Lindenskov Róadóttir 13.10.2018 (20:30)

Momo: Trý hava tikið lívið av sær

Óhugnaliga dukkan Momo bjóðar ungum og børnum av. Avbjóðingin gongur ofta út uppá ógvusligar uppgávur, ið særa teg ella fólk rundan um teg. 

 

 

Bt.dk ávarar í dag fólk, um at vera varin á netinum, tí andstyggiliga fyribrygdið Momo er rokkið til Danmarkar. Tað er komið fram, eftir Steffanie, ein ung genta úr Danmark, fekk boð frá Momo, sum ljóðaðu soleiðis »Dræb din familje. Sig undskyld til Victor. Skriv til mig kl 02.00«

 

 

 

Fyribrygdið byrjaði í summar, tá børn og ung skrivaðu við einum figuri, ið kallaði seg sjálvan Momo. Tey fingu so avbjóðingar frá figurinum, og um tey ikki fylgdu útfordringini, fingu tey hóttan sendandi frá Momo. 

 

 

 

Tað er illgruni um, at trý fólk hava tikið lívið av sær, eftir at tey hava verið í sambandi við Momo. 

 

 

 

Her sæst samrøðan, sum danska Steffanie hevði við Momo

https://www.facebook.com/mette.lang.94/posts/2689978404361548


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her