Mona Juul er vald til forkvinnu eftir Pape

Politiski leiðarin hjá teimum Konservativu í Danmark, Mona Juul, er nú eisini forkvinna í Konservartiva flokkinum, sum í dag hevur eykalandsfund

Mona Juul er nú forkvinna í Konservativa flokkinum. - Foto: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix

Mona Juul er vald til forkvinnu hjá teimum Konservativu á floksins eykalandsfundi. Hon avloysir Søren Pape Poulsen, sála.

Sum væntað var einki mótvalevni.

Søren Pape Poulsen doyði 2. mars, eftir at hava fingið eina heilabløðing. Síðani varð Mona Juul vald til politiskan leiðara hjá flokkinum á Fólkatingi, men forfólkið skal veljast á landsfundi, so tí er eykalandsfundur hjá flokkinum í dag í MCH Herning Kongrescenter.

Og júst Pape tosaði Mona Juul fyrst um í fyrstu røðu síni sum forkvinna.

– Eg vil gera mítt besta. Men fyri at gera mítt besta eri eg noydd at byrja við tí versta, sigur Mona Juul om Pape.

Hann small 1. mars á fundi í floksleiðsluni, har Mona Juul sjálv var til staðar.

– Tað eru gingnir tríggir mánaðir. Men tað kennist sum í gjár. Tað er, sum um Søren bara er farin ein túr. Og kemur aftur um eina løtu. Men tað ger hann ikki. 1. mars er trupul at koma víðari frá, og eg veit, at tað eru mong onnur, sum hava tað á sama hátt, sigur Mona Juul.

Hon leggur afturat, at teir konservativu limirnir, sum vóru góðir við Pape, ikki skulu »skunda sær víðari«, bara tí at tað nú er hon, sum er forkvinna.

Pape gjørdist 52 ára gamal. Tey mintust hann á landsfundinum bæði í røðum og sangi. Millum annað helt forkvinnan í SF, Pia Olsen Dhyr, minnisrøðu í Herning.

/ritzau/

 

Mona Juul er nú forkvinna í Konservativa flokkinum. - Foto: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix