fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 5°C

Vindur 14.7m/s

Leita á in.fo

Harriet Olafsdóttir 14.07.2017 (22:05)

Mótin á G! - Alt er lov

Alt er lov tá tað kemur til ársins festival móta, mótin er sera ymiskur bæði í litum, snið, tilfarið og heild.


Um eg skal bólka rákið, so er mótin í ár kanska eitt sindur retro inspereraður við mynstrutum klæðum í ymsum litum, stórum jakkum og stórum troyggjum. Tað er ikki neyðugt at litirnir passa saman og tað skal helst síggja eitt sindur tilfeldugt út. 



Hármótin er tó nakað greiðari, av tí at vit í ár síggja sera nógv við litaðum hárið í pastell litum so sum ljósareyðum og bláum, men eisini sterkari litir so sum gult og lilla. 



Troyggjur, gummistilvar og regnfrakkar eru sjálvandi eisini nógv at síggja, soleiðis sum tað nú einaferð eigur at vera á føroyskum festivalum. 

 

 

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her