Leita á in.fo

Eyðun Klakstein 08.09.2018 (15:57)

Mótmæla grindadráp í Nyhavn

Í dag er mótmælistiltak ímóti føroyskum grindadrápi í Keypmannahavn. 

Í Nyhavn hava nøkur fólk hava stillað seg við skeltum við boðskapinum »Stop grindadráp«. Á skeltunum eru blóðugar grindadrápsmyndir úr Føroyum.

Nógv fólk eru í Nyhavn ein leygardag við góðveðri, og tey síggja skeltini. 

Talan er um eitt minni tiltak, sum fólk við tilknýti til Sea Shepherd skipa fyri, men áhugin fyri tiltakinum tykist ikki vera serliga stórur. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her