fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 7°C

Vindur 4.9m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 16.04.2018 (12:48)

Motorsúkklufelag hevur gudstænastu í Havn

Nú summarið stundar til og motorsúkklurnar so smátt verða pussaðar upp, verður eitt tað fyrsta tiltakið hjá teimum, sum koyra motorsúkklu, ikki ein útferð, men eitt gudstænasta.

 

Startskotið til motorúkkluárið í ár verður nevniliga ein gudstænasta í Meinigheitshúsinum í Havn seinnapartin leygardagin. Tað er kristiliga motorsúkklufelagið, Cross-Bikers MC Føroyar, ið skipar fyri.

 

Umframt at vera ein gudstænasta, er hetta eisini eitt sosialt tiltak, har fyrst møtast á Effstøðini í Kollafirði, haðani koyrt verður í felag til Havnar og parkerað framman fyri Meinigheitshúsið. 

 

Á gudstænastuni verður tað Dan Eliassen frá Meinigheitshúsinum, ið talar, og harafturtat fara Halleljua Sofus og Victor Carlsen at syngja og spæla. Men tað eru eisini fleiri felagssangir skránni, og endað verður tjóðsanginum.

 

Eftir gudstænastuna fáa tey ein drekkamunn, áðrnn hvør fer til sítt aftur. Tey í kaffihugni og sosial samvera, áðrenn øll fara heim. Tey í Cross-Bikers MC Føroyar leggja eisini afturat, at gudstænastan er ikku bara fyri tey, sum koyra motorsúkklu, tí øll eru hjartaliga vælkomin.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her