Mótstøðuliðið hjá Víkingi tapti stórt í venjingardysti

Europa FC hevur ikki spælt ein kappingardyst síðani 30. apríl

Komandi mikukvøld klokkan 19 spælir Víkingur fyrra dystin móti Europa FC í Europa Conference League á útivølli í hitanum í Gibraltar.

 

Returdysturin verður spældur í Føroyum, hósdagin 14. juli.

 

Fyrr í dag spældi Europa seinasta dystin áðrenn teir møta Víkingi á heimavølli.

 

Europa tapti stórt 0-4 fyri skotska liðnum, Hearts. Hearts var á odda 1-0 í steðginum.

 

Europa hevur annars ikki spælt ein kappingardyst síðani 30. apríl, tá landskappingin í Gibraltar endaði. Europa bleiv nummar tvey í bestu deildini. Teir vóru 11 stig aftanfyri Lincoln Imps, ið vann seg í bólkaspæli í Europa Conference League.