fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 4.5m/s

Leita á in.fo

Mortan Østerø 12.08.2017 (20:00)

Mugu tora at taka kjakið

Í 2009 fekk táverandi Innlendismálaráðharrin, Annika Olsen, handað álit um veðurlagspolitikk fyri Føroyar, har høvuðsendamálið var at finna eina gongda leið fyri, hvussu útlátið í Føroyum kundi tálmast. Tá var málið, at í 2020 skuldi samlaða CO2 útlátið í Føroyum vera 20 prosent lægri enn tað var í 2005. Verður hugt at gongdini er niðurstøðan greið; tað kemur neyvan at eydnast.

 

- Sitandi samgonga hevur sett sær fyri, at helvtin av øllum sethúsum og bygningum skulu hitast við grønari orku innan 10 ár, og at í 2030 skal øll elorka á landi stava frá varandi orkukeldum. Tað hevur gingið eitt vet framá innan ávís øki, men hyggja vit at samlaða útlátinum, so hevur tað slettis ikki staðið mát við samtykta orkupolitikkin frá 2009. Tað er als ikki nøktandi, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við umhvørvismálum.

 

Hon vísir á, at arbeiði at fáa eina størri virkisætlan verður vónandi klárt í heyst, og tá verður eitt aðalorðaskifti um ein tyngri veðurlags- og orkupolitikk.

 

- Orðaskifti verður hesa tingsetuna, har vit mugu tora at taka kjaki um hvørji ítøkilig umhvørvisgjøld skulu krevjast, men nær arbeiðið fer í verk, dugi eg ikki at meta um. Vit vilja hava allar aktørar við, og tað kann gerast trupult at náa hetta valskeiðið, sigur Sirið Stenberg.

 

Til ber at lesa alla greinina í Vikuskiftissosialinum, sum eisini kann keypast her