fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 14.4m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 12.03.2018 (22:02)

Múlaosturin er væl umtóktur

Jóhan Mortensen, fyriskipari, sigur, at fyrsta almenna sølan av Múlaosti gekk sera væl.

 

- Fólk vóru væl nøgd við karakterfulla smakkin sum kann lýsast sum saltur, fruktkendur av ananas og melon og nøtum. Onkur kallaði hann søtan, ein farri av karamel, eitt sindur av fjósi, rúgvismikil og samstundis mildur, sigur Jóhan Mortensen.

 

Ostarnir eru av Havgus slagnum hjá Arla Unika.

 

- Hetta er ein ostakulturur, sum er hildin á lívið síðani 1947 á einum garði í Suðurjútlandi, hevur Jóhan Mortensen áður greitt frá.

 

Av tí at framleiðslan enn er avmarkað – osturin hongur 12 til 14 mánaðar í hjalli – so verður næsta sølan av ostinum í páskavikuni.

- Vit fara tá at kunnað um, hvar osturin verður at fáa, sigur Jóhan Mortensen.

 

Tað eru broytingar í matvørulóggávuni, sum løgtingið samtykti í juni 2017, sum hevur gjørt tað gjørligt at heingja ostarnar upp í Múla. Broytingarnar liberaliseraðu matvørulógina soleiðis, at tað nú ber til at selja matvørur, sum ikki eru tilvirkaðar á løggildum matvøruvirki, til heil- og smásølur.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her