fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 6.7m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 11.01.2017 (15:23)

Mundi enda galið hjá myndamanninum

Millum mongu ferðafólkini, sum vitja Føroyar, eru hópin av meiri ella minni professionellum myndafólkum. Nógv teirra nýta serliga miðilin Instagram til at vísa sínar myndir, og sum altíð eru náttúrumyndir væl umtóktar.

 

Føroyar eru eftir øllum at døma í einum ráki, har tað ræður um at hava vitja Føroyar, so sonevndir Instagrammarar streyma til Føroya. Visit Faroe Islands sigur við in.fo, at tey dagliga fáa tíggjutals fyrispurningar frá instagrammarum, sum vilja sleppa til Føroya. Vanliga taka teir eitt gjald fyri tað, men Visit Faroe Islands greiðir teimum frá, at tað hava tey ikki ráð til, men teir koma kortini.

 

Í løtuni er ein ungur amerikumaður, sum eitur Robert Strok í Føroyum saman við nøkrum vinfólkum. Við sær á ferðini runt í Føroyum hava tey føroyingar sum kunnu hjálpa teimum. Robert Strok er væl umtóktur sum myndamaður á Instagram, 523.000 fólk fylgja hansara vangamynd og síggja tí myndir hansara.

 

 

Í ár er hann farin at gera meiri við at leggja videobrot út og fyrsta vitjanin í ár er í Føroyum. Í gjár legði hann fimta videobrotið úr Føroyum út. Tá vitjaðu hann og vinfólkini Trælanípuna og Gásadal. Tað var tó um reppið, at tað endaði galið, sum sæst í videobrotinum.