Leita á in.fo

Harriet Olafsdóttir 11.08.2017 (23:59)

Myndafrásøgn: Fríggjadagur á Summar Festivalinum

Fríggjadagurin á Summar Festivalinum var nakað nógv turrari enn hósdagurin. Hóast dagurin byrjaði við nógvum regni, var so at siga turt tá festivalurin sjálvur byrjaði kl 19.00 í dag, nakrir dropar vóru av og á og lotið var kalt, men annars var veðrið heilt gott. 

 

Hópin av fólkið hava verið á festivalinum í dag, men var tað ikki fyrr enn fótbóltsdysturin var liðugur kl áleið 19.45 at fólk veruliga komu inn á økið.

 

Bára Silvansdóttir savnaði nakað av fólkið og tá so Christopher trein á pall kl 21.00, vóru tað mong gentu hjørtu, ið smeltaðu. Tað vóru enntá fleiri, ið høvdu staði og bíða síðan kl 19.30 á Vágsbøi fyri at sleppa at standa fremst til Christopher. Hettar angraðu tey neyvan, tí konsertin var bæði góð, long og frálík, Christopher átti Summar Festivalinunm hesa løtuna. 

 

Tinganest megnaði somuleiðis at fylla teltið á tremur og sungu fólk við til teir væl kendu tónarnir. 

 

Alt í alt ein góður dagur á Summar Festivalinum í dag og spennandi verður, um veðrið nú skikkar sær líka pent, um ikki betur í morgin. 

 

Nú kl 00.00 trýnur Dynamit á stóra pallin og tað er eingin yvi í at hesin lokali bólkurin megnar at savnað fjøldina enn einaferð. 

 

 

 

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her