fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 5°C

Vindur 14.7m/s

Leita á in.fo

Harriet Olafsdóttir 15.07.2017 (10:00)

Myndafrásøgn -Fríggjadagurin á G!

Fríggjadagurin á G! byrjaði heldur róliga, fólk vóru gennerelt avslappaði og høvdu góðar stundir at njóta tónleikin, familjuna og nærveruna.

 

Serliga var tað spæliðplássið, ið var karmur um mangar hugnaligar løtur við fangandi tónleiki, sum fekk fólk at støðga á eina løtu. Seinni upp á kvøldið tá Bombino spældi kom tó meira lív í, spæliplássið byrjaði so spakuliga at fyllast og fólk dansaðu til tónleikin. 

 

Men tað var ikki fyrr enn Suspekt var á skránnið at festival økið veruliga byrjaði at fyllast, fólk streymaðu oman á sandin og tað vardi ikki leingi áðenn sandurin var fyltur við fólkið. 

 

Dagurin sum heild var av teimun heldur friðaligu, veðri var gott, meðan stemmningurin var deiliga avlsappandi og góður. Út á kvøldið fyltist tó meira við fólkið.

 

Sí myndirnar frá degnum her : 

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her