Leita á in.fo

Harriet Olafsdóttir 10.08.2017 (23:00)

Myndafrásøgn - Hóskvøld á Summar festivalinum

Summar festivalurin er í Klaksvík um vikuskiftið, dagurin í dag hevur verið ógvuliga vátur, men fólk hava lati seg í eftir veðrinum og leita sær inn á økið. 

 

Í ár er fyrsta árið at útselt er á tjaldingarplássinum á Summar festivalinum, men enn er ikki fylt upp á økinum, helst tí at dagurin í dag skuldi vera tann vátasti, meðan hann lovar betri veður hinar báðar dagarnir.

Tó so er eitt stórt tjald sett upp mitt á økinum, har tey selja suppu og annað, fyri at fólk kunnu koma inn og fáa sær hitan í kroppin. 

 

Tað var tó ikki fyrr enn kl 20, tá fyrsta konsertin var á skránni, at fólk byrjaðu at koma. Tað er nokk eingin loyna at tað, ið trekkjur fólkið í kvøld er Lucas Graham. 

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her