fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 4.5m/s

Leita á in.fo

Harriet Olafsdóttir 13.08.2017 (00:05)

Myndafrásøgn: Leygardagurin á Summar Festivalinum

Leygardagurin á Summar Festivalurin, var allarhelst tann dagurin, ið flest høvdu glett seg til og her var tað serliga Toto, sum trektið. 

 

Morgunin í Klaksvík byrjaði sum skilst ógvuliga væl, veðrið var gott, fólk hugnaðu sær úti og sólin skein eisini onkrar løtur. Tað var eisini gott veður og turt í Klaksvík allan dagin, líka til Kristina Bærentsen trein á stóra pallin kl 16.00 - tá byrjaði at regna og tað illani eisini. Hópin av fólkið vóru hóast alt savnaði til konsertina og sungu tey glað við til teir vælkendu tónarnir. 

 

Tað var ein javnur streymur av fólkið ígjøgnum allan dagin, men tað var ikki fyrr enn kl 21.30 tá konsertin við Toto byrjaði at nærkast, at fólk veruliga komu inn á økið. Tá so Toto trein á pall kl 22.00, var Vágsbøur stúv stappaður við fólkið og eisini á vegnum og økinum annars vóru fólk alla staðni. Onkur vildi vera við at tað vóru áleið 10.000 fólk á festival økinum hesa løtuna, men tað er sjálvandi ringt at meta um - men fult var tað so í øllum førum. 

 

sí myndirnar frá degnum her: