fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 12°C

Vindur 5.1m/s

Leita á in.fo

Harriet Olafsdóttir 12.08.2017 (19:13)

Myndafrásøgn: Skiftandi veður

Síðsti dagurin á Summar Festivalinum er nú fult í gongd, men hóast veðurforsagnirnar eina løtu lovaðu turt í dag og í kvøld, so regnar altso í Klaksvík, í øllum førum í løtum. 

 

 

 

 

Regnið tók rættuliga dygg á seg, meðan Kristina Bærentsen spældi á stóra palli og helt hon til, at hettar minti ikki sørt um í fjørð, tá hon eisini spældi á stóra palli til eina ógvuliga váta konsert. 


 

 

Á Vágsbøi har Kim Hansen júst er farin av pallinum, hava tey flestu funnið regnskjóli fram og nógv eisini gummistivlarnar, tí Vágsbøur er blivin rættuliga vátur og runutur eftirhondini.  

 

 

 

 

Við sær á pallin hevði Kim Hansen ongan minni enn Jens Marna Hansen og saman spældu teir kend løg, sum fólk kundu syngja við til. Janus W. Mortensen trein eisini á pall og framførdi kenda lagi Mítt vakra Føroya land og tá blivu ákoðararnir mintir á, at hóast tað regnar so er hettar bara ein partur av at búgva í Føroyum, men vit mugu bara taka tað sum tað kemur og fáa tað besta burturúr. 

 

 

 

 

Tó so, hóast tað er yvavegur og ælingur, er hettar avgjørt ikki nakað at vera bangin fyri - tí tað er faktiskt ikki líka kalt sum í gjár og vónin um at tað slítur í er sum skilst til staðar enn. Í øllum førum hava nógv fólk leita sær inn á økið og tykjast hugna sær hóast alt. 

 

 

 

 

Minst bara til regnklæðini og kanska eisini regntættar stilvar so gongur tað nokk.