Leita á in.fo

Dagfinn Olsen 07.12.2017 (19:32)

Myndaódnin 2017

Fríggjadagin 8.desember klokkan 16 verður eitt av ársins hugnaligastu listatiltøkum, tí tá letur ársins Myndaódn upp í Steinprenti. Grafikkfelagið, Steinbrá bjóðar gløgg og høvið verður hjá limum at kjósa sær ársins gávuprent burtur úr fínu myndunum, sum Hanni Bjartalíð gjørdi fyri kortum. Talan er um fýra sera litrík prent. Myndevnið er figurativt; tað eru røðir av fløskum, sum vit eisini hava sæð sama listamann málað á træ, men viðgerðin er abstrakt og grafisk.

 


Tey feskastu verkini á hesari framsýningini, gjørdi danska listakvinnan Julie Sass í vikuni. Tær tríggjar monumentalu, abstraktu prentmyndirnar tykjast um somu tíð avkláraðar og rættiliga kompleksar við nógvum fláum av strukturum, litum og strokum, løddar av dynamiskum tómleika. Í einum viðtali hevur listakvinnan lýst síni viðurskifti við steinprentstøknið soleiðis: “Tað er okkurt við litografisku mannagongdini, sum hugtekur meg og sum hevur hugtikið meg síðan eg upplivdi hana á fyrsta sinni. Á ein ella annan hátt tykist henda mannagondin sampakka við míni listarligu endamál og hugsanir. Tá eg sá Fríðu Matras Brekku standa og slípa steinarnar, gjørdist eg hugtikin av tí mynstrinum, sum sjálv slípingin við slípievninum (carborundum) hevur við sær á steininum. Eg avgjørdi at slípa ein form burtur og at varðveita sporini av sjálvari burturslípingini sum grund í prentinum...”. Julie Sass hevur aftur hesa ferð gjørt fleiri nýggjar uppdagingar í sambandi við ta prentlistarligu prosessina; prentini hesa ferð eru úrslitið av bæði steinprenti og træprenti.

 


Myndaódnin verður aftur í ár ein sannur samanvavstur av listaverkum sum dømi uppá eitt sindur av tí nógva, ið er framleitt í Steinprenti í ár. Hansina Iversen, sum inntil 7.januar er við á bólkaframsýningini á Sophienholm, Seeing the unseen, er við á Myndaódnini. Hon er bæði málari og grafisk listakvinna og ein vegari í føroyskari list, sum javnt og samt rannsóknar møguleikarnar innan nonfigurativt myndamál. Silja Strøm arbeiðir figurativt og hevur í ár gjørt nakrar sprækligar prentmyndir í klárum, ljómandi grundlitum. Ein lítil partur av framsýningini verður til minnis um listafólk, sum eru farin. Jan Andersson hevur arbeitt nógv saman við svenska listamanninum, Jonny Forsström, sum doyði í vár. Tríggjar av hansara litføgru myndum verða við á myndaódnini, umframt eitt prent hjá danska listamanninum, Henrik Have (1946-2014).

 


Øll eru vælkomin til Myndaódnina, eins og øllum býðst høvið at gerast limur í Steinbrá. Tað kostar 500 krónur fyri einstaklingar og fyri hetta fáa limirnir á hvørjum ári eitt grafiskt dygdarlistaverk.

 


MYNDAÓDNIN 2017:

 

Hanni Bjartalíð, Julie Sass, Hansina Iversen, Silja Strøm, Fríða Matras Brekku, Bjørn Nørgaard, Erik Heide, Marius Olsen, Anker Mortensen, Tóroddur Poulsen, Jonny Forsström og Henrik Have.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her