fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 5°C

Vindur 14.7m/s

Leita á in.fo

Hallur av Rana 17.07.2017 (06:45)

Myndir: Á vitjan handan læstar dyr

Psykriatriski depilin endaði í síðu viku í brennideplinum, tá Sólja í Ólavstovu, í sínum yrki sum Løgtingsins Umboðsmaður, fanst at fleiri viðurskiftum eftir eina eftirlitsvitjan á psykiatrisku viðgerðareindini P40.


Í kjalarvørrinum av kritikkinum vardi millum annað Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, psykiatriska depilin og vísti á, at nógvur broytingar eru framdar síðan Løgtingsins Umboðsmaður var á vitjan, nakað í Løgtingsins Umboðsmaðurin eisini skrivaði í frágreiðingini.


- Tað er soleiðis, at Umboðsmaðurin hevur verið á eftirlitsvitjan fyri eini tíð síðan, og eftir ta vitjanini eru rættiligar stórar umvælingar farnar fram á psykriatiska deplinum, segði Sirið Stenberg við Rás2 hósdagin 13. juli.


Fyri flestu føroyingar kann tað tó vera trupult at fyrihalda seg til umstøðurnar á psykiatriska deplinum, tá tað eru tey fægstu, ið nakrantíð hava verið har.


Fríggjadagin fekk Miðlahúsið tó høvi at vitja P40 og síggja nakrar av teimum broytingum, ið eru framdar á deplinum eftir, at Løgtingið í fjør játtaðir tríggjar milliónir krónur til umvælingar av bygningunum, ið upprunaliga vórðu bygdir í seksti- og sjeytiárunum.


Ætlanin er, at psykiatriski depilin fær nýggjan bygning í 2021.

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her